BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Nýggj læknamiðstøð í Vestmanna

31.10.2013

Bygdarráðið í Vestmanna samtykti á bygdarráðsfundi tann 30. oktober 2013 at staðseta eina nýggja læknamiðstøð í Gørðum omanfyri skúlan á Kongsteigum.

Umframt at hýsa kommunulæknanum kemur nýggja læknamiðstøðin eisini at hýsa tannlæknanum, sum nú brúkar hølir í Vestmanna Skúla. Tannlæknaviðtalan verður tó ikki bygd fyrr enn í 2. byggistigi. Við tað at tannlæknin flytir úr Vestmanna Sķúla, fer Skúlin at fáa enn betri hølisumstødur.

Pauli T. Petersen, borgarstjóri, sigur, at kommunulæknin í Vestmanna hevur nú í nógv ár havt sera vánaligar umstøður, men verður hetta nú loyst. Málið hevur verið drúgt, og nógv kjak hevur verið um ymiskar staðsetingar av einari nýggjari læknamiðstøð. Hann frøist um, at loysn endiliga er funnin á málinum, og sigur, at arbeiðið at projektera læknamiðstøðina fer í gongd í næstum, og vónandi stendur hon klára at taka í nýtslu síðst í 2014.