Nýggj læknamiðstøð

05.12.2013

Fleiri viðmerkingar hava verið undir “spyr bara” um ætlanina at byggja nýggja læknamiðstøð í Garðabønum omanfyri skúlan á Kongsteigum.

Vestmanna Kommuna hevur í longri tíð arbeitt við ætlanini um at byggja nýggja læknamiðstøð. Nógv økir hava verið uppá tal, men tá samanum kom, var økið í Gørðum mett at vera væl egnað til endamálið. Ætlanin er, at nýggja læknamiðstøðin eisini skal hýsa tannlæknanum og heilsusystrunum og møguliga jarðarmóðir. Hetta kemur at geva skúlanum nøkur hølir afturat at ráða yvir.

Í viðmerkingunum verður spurt, um økið, har verandi læknahús standa, ikki hevði verið væl egnað til nýggja læknamiðstøð. Jú, helst hevði tað verið væl egnað, men her skal hugsast um, at neyðugt hevði verið at innrættað fyribils hølir onkra aðra staðni. Eisini hevði kostnaðurin av at taka verandi læknahus niður komið omaná kostnaðin av sjálvum bygninginum. Hartil hevði kommunan ikki fingið inntøkur av eini møguligari sølu av verandi læknahúsum, um ein nýggj læknamiðstøð  skuldi verið bygd har.
Nevnt verður í fleiri av viðmerkingunum, at Garðabøurin er eitt gott øki hjá skúlabørnunum at spæla á, at fá onnur grøn økir eru við skúlarnar, at skúlagarðurin er myrkur o.a.t.
Til hetta er at viðmerkja, at ikki allur bøurin verður brúktur til ætlaðu læknamiðstøðina. Niðasti parturin kemur at liggja eftir, og ætlanin er framvegis at gera spælipláss har. Tað verður bara nakað minni, enn upprunaliga ætlað. Harafturat eru fleiri økir hjá næmingunum at búleikast á, eitt niðanfyri báðar bygningarnar á Kongsteigum og á plenan.

Atkoman er eisini nevnd í fleiri av viðmerkingunum. Smalur vegur er inn í Garðar, men roknað verður ikki við serliga stórari ferðslu til og frá læknamiðstøðini. Parkeringspláss verða gjørd til bygningin, og fleiri eru omanfyri plenuna. Møguligt er eisini at seta parkerings- og steðgibann á vegnum til og frá læknamiðstøðini.
Onkur spyr, um kommunan hevur ráð til at gera nýggja læknamiðstøð. Spurningurin er, um kommunan hevur ráð at lata vera! Verandi hølisviðurskifti hjá læknanum eru út av lagi vánalig, og eru rættuliga langt frá at lúka krøvini í løgtingslóg um kommunulæknaskipanin.
Nýggja læknamiðstøðin kemur at lúka hesi krøv.
Kommunan hevur spurt um og fingið loyvi frá Fíggjarmálaráðnum til at fara undir verkætlanina.
Treytin frá fíggjarmálaráðnum fyri at loyva Vestmanna Kommuna varð, “Jb. §43, stk 2, í kommunustýrislógini, verður sagt frá, at kommunan við hesum fær loyvi at hækka skuld sína við 3. mió kr. Roknað verður í hesum sambandi við, at skuldin skjótast møguligt verður minkað við ágóðunum frá sølu av teimum trimum bygningunum, ið umrøddir eru í umsóknini,
Loyvið verður givið við teirri treyt, at nettoskuldin aftur er minni enn eina álíkning í seinasta lagi 31. desember 2014.”
Vestmana Kommuna kemur væntandi niður á eina álíkning ultimo 2014, primo 2015.
Um kommunan skal átaka sær at lána 3 mió afturat og afturgjalda tær í 2014, so hevur Vestmanna Kommuna ongan annan møguleika uttan at selja verandi læknahús.
Um kommunan t.d. skuldi bygt læknamiðstøðina, har verandi læknahús eru í dag, so hevði hetta kosta uml. kr. 200.000 at tikið húsið niður. Kommunan skuldi funnið onnur hølir til læknan, og hevði tað kosta fleiri hundrað túsind krónur í umbygging o.ø. Hetta hevði eisini havt við sær, at søla av verandi læknahúsi ikki kundi fremjast.
Alt í alt, so hevði hetta ført við sær, at kommunan ikki hevði klára at hildið sínar skyldur yvirfyri Landinum, og læknamiðstøðin hevði verið útskotin í nøkur ár. Hetta hevði víðari ført við sær, at eingin lækni varð í Vestmanna í framtíðini.
Tá projektið er liðugt og klárt er at bjóða út, verður kunnað um tekningarnar her á síðuni.
Vit hava strikað viðmerkingarnar og spurningarnar undir “spyr bara”, men hava heldur valt at svara undir einum her á síðuni.

Viðmerkingar og spurningar síggjast her niðanfyri.

------------

Læknamiðstøð???
Hava vit ráð at byggja læknamiðstøð? Hava tit ikki meldað út at kommunan er á reyvini?
Hvussu í himmalins navnið kunnu tit finnað uppá at leggja ein kommunalan bygning mitt í einasta grøna fríøki í skúlanum???
Hvussu við atkomuvegi? Har er trongligt sum er, væntandi verður "traffikkur" til eitt tilíkt hús!
Góðu tit har niðri á kommununi, kunnu tit ikki umhugsað hetta einaferð enn???? Tað eru heilt víst øki í bygdini, ið eru nógv betur egnað.

læknamiðstøðin
Spell og hugstoytt at síggja, HVUSSU lágt kommunan raðfestir trivnaðin hjá okkara skúlabørnum, nú tey taka einasta, nógv nýtta, grøna øki frá børnunum.
vit skulu vælsaktans eisini hava breiðkaðan veg og parkeringspláss til eina slíka læknamiðstøð ??

Læknamiðstøð
Ok, so skal bøurin við skúlan brúkast til læknamiðstøð! Sleppa vestmenningar at síggja byggiætlanina, áðrenn spakin verður settur í?
Tað er keðiligt, at skúlin ikki sleppur at brúka økið til fríøki, ið næmingarnir kunnu fáa gleði av, tí skúlagarðurin hevur ikki nógv at bjóða børnunum.
Ikki fyri at vera alt ov neiligur, men mín marra er, at eitt hol verður sprongt í vøllin, og ein bygningur settur í tað, og so siga vit, at arbeiðið er liðugt. At tað verður fríðkað rundan um, og arbeiðið gjørt liðugt frá a-ø, hevur alt at siga.
Mann kann ikki gera við, at slíkir tankar sníkja seg inn í heysin, tí soleiðis sum meginparturin av kommunala arbeiðinum í bygdini sær út, so....

Vagnur Streymoy

Heilsumiðstøð
Ja, so er tað avgjørt. Hví skal hon nú vera har? Er tað ikki forbiði trongt har? Og ger tað nakað um skúlabørnini hava eitt bøstykki at spæla â? skúlagarðurin er ikki tann ljósasti í verðini. Er ikki plâss har sum læknahúsini eru nú? Hvat er ætlanin við hesum húsunum?
Forvitin

Nýggj læknamiðstøð

Fyrst er at siga, at eg havi forstáilsi fyri um tey flestu fegnast um, at lækni verður verandi í bygdini. Hetta gevur óivað ein tryggleika, sum flestu borgarar ynskja.
Tó er 1 spurningur í hesum sambandi:
Hevur man hugsað um, um tað er skilagott at belasta eina frammanundan sera tronga fíggjarætlan við eini íløgu á 3 mió. kr., tá man veit at mynduleikarnir arbeiða við at miðsavna verandi læknar í størri eindir, har t.d. hugsast kann at Vágar/Norðstreym fáa eina felags miðstøð í Leynum við fleiri læknum, sum skjótt kunnu koyra á staðið, um tørvur er á bráðfeingis hjálp?
Tá pengapungurin er somikið sperdur sum nú, má man allatíðina spyrja seg sjálvan, hvat er "need to have" og hvat er "nice to have".
Vinarliga
Ein, ið ræðist, at skuldin áhaldandi liggur omanfyri álíkningina, samstundis sum ráð ikki eru til vanligt viðlíkahald - t.d. vánaligu vegirnar.
Viðmerking, umbøn til Vestmanna kommunu viðv. ætlan um læknamiðstøð í Garðatúni.
Í samb. við ætlan hjá Vestmanna Kommunu at byggja læknamiðstøð í Garðatúni, sendieg hesa viðmerking, umbøn, til Vestmanna Kommunu:
Tað var øgiliga syrgiligt :)) Ikki tí, tað er eitt gott hugskot at læknin fær nýggj høli, og tað er heldur ikki bara tí at vit eru næsti granni, men tað eru ikki umstøður í Garðatúni fyri eini læknamiðstøð! Garðatún er ein fløskuhálsur fyri ferðslu. Tveir bilar kunnu ikki møtast, og skal ein út, sleppur næsti ikki inn. Og tann trupulleikin kann ikki loysast við fleiri parkeringsplássum, tí húsini kunnu ikki flytast. Hvat nú um ambulansin skal akutt til læknan eftir fólki? Tað er slet ikki vist hann sleppur inn í fløskuna, ei heldur út aftur! MEN tað mest syrgiliga er at tit ætla at taka einasta grøna øki sum skúlabørnini hava at bólta runt í. Gott nokk hava tey ikki nógvar aktivitetir at halda til í sum nú er, men tey yngru børnini elska at bólta runt í bønum bæði summar og vetur, og tey eru eisini byrja at stoypa sær fundament til smáar smáttur at halda til í. Hava tit yvirhøvur hugsa um børnini? Fleiri av tykkum í kommununi hava børn, so hetta skilji eg slett ikki! Fyri okkum sum búgva her er tað øgiliga keðiligt, eg kundi gott gráti. Eg eri so bangin fyri at býlingurin í Gørðum verður púrasta oyðilagdur. Eg haldi at annað betri stað kundi tit funnið. Og so hevur kommunan á ongan hátt roynt at sett seg í samband við okkum í samb. við hesa ætlan, og tað er átaluvert!! Heilsan Sólvá á Rógvi