BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 28.06.2017

Nýggja brandstøðin tikin í nýtslu


Fríggjadagin 9. mai 2008 varð nýggja brandstøðin hjá Vestmanna Kommunu tikin alment í nýtslu.

Tað var av allar fagrasta veðri henda dagin – brennandi sól og mestsum stilli – og tí var nógv fólk samankomið longu frá klokkan trý seinnapartin, tá almenna móttøkan byrjaði.

Boðin varð ein drekkamuður, og eisini hevði sløkkiliðið lænt ein pysluvogn, sum stóð uttanfyri brandstøðina, og har nakrar ungar gentur stákaðust.

Børnini – og kanska vaksin við – kundu fáa gávulutir av ymiskum slag – sum stuðlar høvdu latið. Eitt nú varð høvi at fáa vatnfløskur, kollar o.a.l.

Nýggja brandstøðin er gjørd í samstarvi ov umbýti við Íognarfelagið RN, sum hevur yvirtikið gomlu brandstøðina á havnarøkinum og afturfyri hevur gjørt nýggju brandstøðina.

Nýggja brandstøðin er nakað størri enn tann gamla, og eingin ivi er tí um, at karmarnir við nýggju brandstøðini verða uppaftur betur hjá Vestmanna Sløkki- og Bjargingarliði.

Sløkkiliðsmenninir greiddu fólki frá, og børnini nýttu sjálvandi høvi til at sleppa at sita í bilum og bátinum.

Gestir vórðu eisini aðra staðni frá, eitt nú frá sløkki- og bjargingarliðum og frá løgregluni. Og hesir høvdu, eins og stovnar í bygdini, gávur av ymiskum slag við.

Eisini vóru gestir uttanlands við: Petur Seloy, brunaleiðari í Albertslund, og Sigurjón Magnusson, brunastjóri í Ólafsfirði. Báðir hava verið Vestmanna Sløkki- og Bjargingarliði sera hjálp-samir.