BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 26.09.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Nýggjársbál

06.12.2005

Kunning frá Agenda 21 Stovuni 

 

 

Viðv. brenning av nýggjársbálum.

 

Nú nærkast aftur til nýggjársaftan og tey árligu nýggjársbálini runt um í landinum.

Víst verður við hesum á, at brenning av nýggjárs- og jóansøkubálum o.t. bert er loyvt um kommunan hevur givið loyvi til tess og um brenningin ikki er til ampa fyri grannalagið (Jvb. Kunngerð um burturkast frá 19. okt. 1995, grein 12, stk. 3.).

 

Mint verður eisini á, at tað bert er loyvi at brenna burturkast, sum ikki er dálkandi (óviðgjørdur viður, pappír o.t.). (Jvb. grein 12 , stk. 2).

 

Heitt verður tí á tey sum ætla sær at brenna bál í Vestmanna nýggjársaftan, um at seta seg í samband við umsitingina hjá Vestmanna Kommunu.