Nýggjur arbeiðsformaður

22.10.2014


Vestmanna Kommuna hevur sett Magnus Johannesen í fast starv sum arbeiðsformaður. 

Magnus hevur virkað sum arbeiðsformaður seinasta árið, ímeðan Jóhan Jákup Vørmadal hevur verið í farloyvi. Jóhan Jákup hevur nú sagt seg úr starvinum, og Vestmanna Kommuna takkar honum fyri tíðina, hann hevur verið arbeiðsformaður. 

Vestmanna Kommuna bjóðar Magnus vælkomnum í starvið. 

Magnus hevur tlf. nr. 770123.