BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Nýggjur bjargingarbátur

24.05.2007

Vestmanna Sløkki- og Bjargingarlið hevur útvegað liðinum ein bjargingarbát.

Báturin er ein gummibjargingarbátur við føstum botni. Báturin kann sigla við yvir 40 míla ferð. Báturin er góðkendur til 15 fólk, men  kann taka 20-25 fólk umborð um ikki siglt verður - um t.d. bíðað verður eftir hjálp á einum vanlukkustað.
Við allari nautiskari útgerð og búnum til manningina kostar báturin góðar 250.000 kr.
Tá hugsað verður um fjølbroytta virksemið á sjónum og við sjógvin, har ofta nógv fólk samlast, er eingin ivi um, at bygdini tørvar ein slíkan bát.
Nevnast kunnu eitt nú útróðurin, alsamt vaksandi ferðavinnan við bátum her úr bygdini og stevnurnar: Fjarðastevnan og bátastevnan, har rættuliga nógv fólk savnast á og við sjógvin!
Báturin kann eftir 10 minuttum verða á nærmastu útróðrarleiðunum.
Eisini kann báturin brúkast til at leggja forðingar út í samband við oljudálking á sjónum. Her kann nevnast, at Vestmannahavnar Havn eigur neyðugu forðingarnar.
Sløkkiliðið hevur júst útvegað pumpu, sum skjótt kann siglast á vanlukkustað á sjónum, har hon bæði kann brúkast til at sløkkja og lensa við. 
Vestmanna Sløkki- og Bjargingarlið hevur søkt fyritøkur og stovnar um stuðul til at keypa bátin. Nógv hava stuðla, og hesi vórðu saman við øðrum boðin at síggja bátin mikudagin 16. mai, tá báturin varð latin liðinum. Avdúkað varð á móttøkuni, at báturin hevur fingið navnið :Løjtnanturin: og skrásetingarnr: VN 112. 
Báturin hevur longu verið í drift, nevniliga á bátastevnuni 19. mai, tá neyðugt varð at sleipa bát, sum hevði fingið motorbrek! 

Tey, sum stuðla hava, eru: 
P/F Stubbin
P/F Vestsalmon
P/F Vesturbúgvin
P/F FT Samskifti
P/F Meðalsbrekka
P/F Vest Trading
Vestmanna Handverkarafelag
Vestmanna Arbeiðarafelag
P/F Grønanes
P/F Føroya Shell
P/F Statoil Føroyar
Sp/f Røkt
Tryggingarfelagið Føroyar Pf.
Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Føroya Reiðarafelag
P/F Vest Pack
Náttarbussurin
Sjóferðir/Skúvadal spf.
Sp/f Føniks
Vest Móti