Nýggjur bókavørður settur

05.11.2010

Barbara Brattaberg er sett sum nýggjur bókavørður á Vestmanna Bókasavni.

Upplatingartíðirnar á bókasavninum verða í hesum sambandi broyttar soleiðis, at tað nú verður opið eitt kvøld um vikuna: mánakvøld kl. 17-21.
Harumframt fer Barbara at standa fyri einum nýggjum tilboði, har ið dagstovnarnir fara at vitja bókasavnið saman við børnunum.
Vestmanna Kommuna bjóðar Barbaru vælkomnari í starvið, og sær fram til eitt gott samstarv.

Barbara tekur við starvinum eftir Niels Brimnes, sum er farin frá. Vestmanna Kommuna vil nýta hetta høvi at takka Niels Brimnes fyri tíðina, ið hann hevur verið í starvi sum bókavørður á Vestmanna Bókasavni.