BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Nýggjur brunaumsjónarmaður settur

Í dag, 1. oktober, er Jákup Fonsdal byrjaður í starvinum sum brunaumsjónarmaður hjá Vestmanna Kommunu.

Talan er um eitt tíðaravmarkað fulltíðarstarv, har Jákup umframt at vera leiðari av Vestmanna Sløkki- og Bjargingarliði, fer at gera brunaætlanir, váðametingar og fyrireika tilbúgvingarætlan. Somuleiðis fer hann at vegleiða og ráðgeva kommunalu umsitingina, stovnar o.a. um brunaviðurskifti.

Vestmanna Kommuna ynskir Jákupi Fonsdal vælkomnan í starvið og sær fram til eitt gott samstarv.

Somuleiðis vil Vestmanna Kommuna takka Fríðálvi Bláhamar fyri sera gott samstarv í tíðini, hann hevur verið brunaumsjónarmaður.