BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Nýggjur skrivari

Vestmanna bygdarráð gjørdi týskvøldið 22.04. av at seta Maud Poulsen í starvið sum skrivari hjá Vestmanna Kommunu. Maud er útbúgvin cand.ling.merc. Hon hevur drúgvar royndir í almennari fyrisiting. Maud var stjórnarskrivari og samskiftisfólk á Toll- og Skattstovuni frá 2000 fram til 2006, síðani hevur hon verið samskipari á stjórnarskrivstovuni á Almannastovuni.

Vestmanna Kommuna gleðir seg til samstarvið og vónar, at Maud fer at trívast saman við umsiting, starvsfólki og bygdarráð.