BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Nýggjur timburhandil í Vestmanna

04.06.2007

Leygardagin 2. juni lat nýggjur timburhandil upp í Vestmanna. Handilin er ein deild av  Havnar Timburhandli og 3X2.

Sum navnið sigur, so er talan um ein timburhandil, men umframt vanligar timburvørur, fáast eisini amboð, urtagarðsplantur o.a.l.

Handilin húsast í hølum Inni á Fjørð, har timburhandil áður hevur verið.

Nógv fólk var inni á gólvinum leygarmorgunin, tá handilin lat upp - móttøkan var góð, og tey vitjandi vórðu boðin til ein drekkamunn, umframt at okkurt gott eisini var til børnini.

Nú í eftirhondini nøkur ár hevur ikki verð møguligt at keypa timburvørur o.l. í bygdini, so ein slíkur handil er sjálvandi kærkomin. Nógv virksemi er í bygdini, og higartil hevur verð neyðugt at fara av bygdini fyri at keypa við, seym o.a.l.

Tað verða Martin Hansen og Kristian Petersen sum koma at reka handilin.

Frá Vestmanna Kommunu ynskja vit tillukku og alt tað besta framyvir.