BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 28.06.2017

Nýtt línuskip til Vestmanna.

06.06.2007

Fríggjadagin 8. juni kemur nýggja línuskipið Vesturhavið á Vestmanna.

Vesturhavið er gamli Strandingur, og tað er P/F Vest Trading við Háldan Haldansen, sum hevur keypt skipið av Strondum til Vestmanna.

Vesturhavið er bygt á Skála í 1963. Skipið er knappar 37 metrar til longdar, 7,5 metrar breitt og 202 bt.

Skipið, sum hevur fingið skrásetingarnr. VN 700, er júst høvuðsumvælt á Skála. Við Vesturhavinum verða 14 mans.

Frammanundan eigur P/F Vest Trading skipini Gullberg og Thomas Nygaard. Sostatt hoyra nú trý stállínuskip til Vestmanna.