Øðrvísi Flaggdagshald í ár

22.04.2010

Flaggdagshaldið í ár verður øðrvísi enn undanfarin ár, tí hesuferð verður skipað fyri einum rennitúri/gongutúri aftaná sjálvt flaggdagshaldið. Vestmenningar eru raskir at ganga bæði í bygdini og í haganum omanfyri bygdina, og hartil eru tað fleiri og fleiri, ið eru farin at renna. Við hesum renni-/gongutiltaki Flaggdagin verður roynt at eggja enn fleiri at fáa sær hesar sunnu vanar.

Flaggdagshaldið verður uttanfyri Miðhøllina kl. 15.30.
Jóngerð Nielsen, nevndarlimur í VÍF heldur flaggdagsrøðuna, og Vestmanna Hornorkestur luttekur og fer at seta sín serliga dám á haldið.

Kl. 16.30 byrjar renningin/gongutúrurin niðanfyri høvuðsinngongdina til skúlaná Toftavegi.
Møguleiki er at velja ímillum tveir teinar. Á longra teininum á 5,8 km verður runnið/gingið frá skúlanum inn eftir Ovara Vegi inn á Fjørð, út eftir Niðara Vegi, Bakkavegi, niðan ígjøgnum Gerðisbrekku, út á Stýggj og inn eftir Gerðisvegi, Toftavegi. Málið er við høvuðsinngongdina til skúlan á Toftavegi.
Styttri teinurin á uml. 3,2 km er frá skúlanum inneftir Ovara Vegi inn á Fjørð, út eftir Niðara Vegi, niðan ígjøgnum Heygabrekku, og út til høvuðsinngongdina til skúlan á Toftavegi, sum er málið.
Til ber at síggja teinarnar við at trýsta á myndina til høgru, so hon gerst størri.

Aftaná bjóðar Vestmanna Kommuna vatn, saft og frukt, og kaffi/te og smákøkur.

Vestmanna Hornorkestur hevur tombola í Miðhøllini aftaná Flaggdagshaldið.