BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Ókeypis kanning fyri KOL og diabetes

28.11.2013


Lýsing frá Fólkaheilsuráðnum:

Mánadagin 2. desember kemur Fólkaheilsuráðið aftur til Vestmanna at gera kanningar fyri KOL og diabetes. Hetta orsakað av tí stóra áhuganum tá ið Fólkaheilsuráðið gjørdi kanningarnar í Vestmanna fyri nøkrum vikum síðani.
Kanningarnar verða gjørdar í gomlu Sýslumanshúsunum í Vestmanna.

Gjørt verður vart við, at neyðugt er við tilmelding, men at bert fáar tíðir eru eftir.
Ynskir tú at verða kannað/-ur, kanst tú ringja á tlf. nr. 515155 millum kl. 10 og 14 og biða um eina tíð.

Málbólkur:
Ert tú 35 ár ella eldri, og ert í einum ella fleiri av hesum vandabólkum:

  • rørir teg ov lítið
  • vigar ov nógv
  • roykir
  • ella hevur roykt

ert tú vælkomin at lata teg kanna fyri KOL og diabetes.

Um átakið
Átakið verður gjørt, tí at mett verður, at tað ganga einir túsund føroyingar við typu2 diabetes, uttan at vita tað. Hetta verður staðfest í Diabetes kanning, sum endaði í mai mánaði í ár.

Fólkaheilsuráðið hevur sett sær fyri at finna hesi fólkini, sum ikki vita av, at tey eru á vandaleið. Talið fer ivaleyst at vaksa tey komandi árini, samstundis sum støðugt fleiri og eisini yngri fólk fara at fáa sjúkuna.

Sum vit áður hava nevnt, so er hetta slagið av diabetes nær tengt at lívshátti. Týdningarmiklastu vandatættirnir eru ov lítil rørsla, skeivur kostur og yvirvekt. Ættarbregði hevur eisini týdning, eins og ávís sløg av heilivági kunnu økja um vandan fyri at fáa sjúkuna. Typu2 diabetikarar eru í vanda fyri at fáa ymiskar komplikatiónir og fylgisjúkur.

Fólkaheilsuráðið hevur eisini sett sær fyri at finna teir roykjarar, sum hava KOL (kronisk obstruktiv lungnasjúka), ella “Roykjaralungu”, sum tað eisini verður nevnt. Henda sjúka hevur við sær álvarsligar heilsuligar avleiðingar fyri tey, sum fáa hana. Royking er atvoldin til 85-90 av øllum tilburðum av KOL. Vandin fyri at fáa KOL er tengdur at teimum sokallaðu pakkaárunum, eitt pakkaár er 20 sigarettir dagliga í eitt ár. Umframt royking kann arbeiðsumhvørvi eisini í ein ávísan mun hava við sær KOL.

Bílegg tíð á telefon 515155 millum 10 og 14