BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 27.02.2018

LÝSINGAR

Bókavørður
Freist 22.02.2018 kl. 12

Frítíðaravloysarar til VEKS
Freist 22.02.2018

Ergoterapeutur og
fysioterapeutur til VEKS

Freist 28.02.2018 kl. 12.00 


Økispsykiatri í Norðstreymoy

19.10.2015

Í samband við virksemi hjá Økispsykiatriini í Norðstreymi, skipar Psykiatriski depilin fyri eini røð av fyrilestrum komandi mánaðirnar. Fyrilestrarnir verða í felagsskúlanum á Oyrabakka.

Ætlanin er, at skipa fyri 5 fyrilestrum, har fokus verður sett á sálarheilsu og sálarsjúk, hvørji eru eyðkennini, hvar kann ein venda sær og hvørja hjálp kann ein fáa.

Eins og við øllum øðrum sjúkum er umráðandi at fáa staðfest so tíðliga sum gjørligt, um talan er um sjúku, so viðkomandi kann fáa skjóta og rætta viðgerð.

Fyrsti almenni fyrilesturin umsálarsjúku og sálarheilsu, verður á Felagsskúlanum á Oyrarbakka hóskvøldið 22.oktobur kl. 19

Tormóður Stórá leiðandi yvirlækni og serlækni innan psykiatri á Psykiatriska deplinum, kemur at halda fyrilestur um evnið.

Høvi verður at seta spurningar og kaffi verður í steðginum.

Øll eru hjartaliga vælkomin

Økispsykiatriin/Psykiatriski depilin.