BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Ólavur Thomsen nýggjur skúlastjóri

05.11.2013


Mentamálaráðharrin hevur sett Ólav Thomsen í starv sum skúlastjóra í Vestmanna skúla. 

Ólavur er útbúgvin lærari frá Ribe Statsseminarium í 2005, og hevur starvast á Felagsskúlanum á Oyrarbakka, til hann var settur sum varaskúlastjóri í Vestmanna skúla 1. aug. í ár. 

Ólavur tekur akademiútbúgving innan leiðslu og verður liðugur komandi ár. 

Ólavur er 38 ára gamal, giftur og búsitandi í Leirvík. Hann er instruktørur í felagnum Coast Zone, ið m.a. arbeiðir við "extrem sport" og "team building". Harumframt er hann virkin nevndarlimur í fótbóltsfelagnum Víkingi. 

Vestmanna Kommuna ynskir Ólavi til lukku við starvinum.