Ølkvøld á Bryggjuni

27.04.2012

28. apríl verður eitt forkunnugt ølkvøld á Bryggjuni í Vestmanna.

Spennandi nýtt ØL verður at fáa frá OKKARA og FØROYA BJÓR; men eisini eru klassiskir útlendskir dropar bílagdir, sum hava verið ringir at fingið fatur á her heima í mong, mong ár ... t.d. er hin góði, gamli ELEFANTURIN á skránni hetta kvøldið.

Finnur Koba, frá Páll Finnur páll spælur hetta kvøldið frá kl. 24.

Kostnaður fyri alt tiltakið er kr. 350,-
Kostnaður bert fyri dansin er kr. 100,-
(18 ára aldursmark)

Einans 150 atgongumerki eru til sølu hetta kvøldið; men tiltakið verður tikið upp aftur seinni aðrastaðni í landinum. Longu nú er greitt, at tað verður á Tvøroyri næstu ferð, tó er dagurin ikki fastlagdur enn.

Atgongumerki kunnu keypast hjá Magn í Vestmanna og hjá Tutl í Havn.