BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 20.06.2017

Opið hús á røktarheiminum

29.11.2012

Leygardagin 1. desember 2012 frá kl. 14 til kl. 18 eru øll hjartaliga vælkomin at síggja nýggja røktarheimið í Vestmanna.

Nú er klárt at taka snotiliga røktarheimið úti á Grønanesi í Vestmanna í nýtslu. 

Innflytingin er skipað soleiðis, at fyrstu 7 búfólkini, sum øll búgva á Eldrasambýlinum í Vestmanna, flyta oman á røktarheimið týsdagin 4. desember. Restin flytir inn komandi vikurnar, soleiðis at øll verða flutt inn áðrenn jól.

Tilsamans eru 24 búrúm, harav fara eini 4 at verða brúkt til umlættingarpláss.