Órudd og ognarlutir á almennum øki

Tey, sum hava órudd og ognarlutir (lutir, útgerð, akfør uttan nummarplátur o.l.) á almennum øki (kommunalum øki og havnarøki), verða biðin um at beina hetta burtur í seinasta lagi 9. mai 2009.

Verður hetta ikki gjørt, verður órudd beint burtur og ognarlutir tiknir í varðveitslu og burturbeindir 14 dagar aftaná fyri eigarans rokning, um eigari ikki frammanundan hevur gjørt vart við seg.

Eru ivamál, kunnu upplýsingar fáast við at venda sær til Havnarskrivstovuna, tlf. 770120, ella teknisku deild, tlf 770105.

Vestmanna Kommuna
og
Vestmannahavnar Havn