BYGDARRÁÐSFUNDIR
KORT
VEÐRIÐ
Ov gott at blaka burtur
16.07.2015
Góði borgari í Vestmanna!
Hetta er ein møguleiki fyri allar borgarar í Vestmanna Kommunu.
Hevur tú gamlar møblar, innbúgv, steintoy og tílíkt, sum tú vilt av við, men sum er
ov gott at blaka burtur? So kanst tú stuðla arbeiðnum hjá Dugna og á hendan hátt,
eisini vera við til at hugsa um umhvørvi og minka um dálkingina.
Innlating
Á ruskplássinum í Vestmanna, hevur Dugni eina bingju, merkta við búmerkinum hjá
Dugna. Opið er mándag til fríggjadag frá kl.17:15 til 19:00.
leygardag frá 14:00 til 17:00
Arbeiðsfólk er á staðnum, til at vegleiða.
Vit taka ímóti lutum, so sum brúkstingum, møblum, leikum, køkslutum, súkklum,
hurðum, steintoyi, amboðum, barnaútgerð o.s.fr. Vit taka ikki móti klæðum,
bókum, sjónvørpum, teldum, køliskápum og øðrum stórum el-lutum.
Millum 80 og 90 % av tingunum sum verða latin inn, verða endurnýtt til onnur at
fáa gleði av. Vit gera smáar ábøtur og reingera lutirnar, sum seinni verða seldir í
sølubúðunum hjá okkum, í Tinghúsinum á Hjalla og á Kambsdali.
Dugni
Alt sum kemur inn fyri hesar lutir, verður brúkt í arbeiðnum hjá Dugna, sum virkar
fyri at skipa arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling til fólk, ið tørva stuðul til,
at fáa ella fasthalda arbeiði.
Somuleiðis bjóðar Dugni arbeiðstilboð til fyritíðarpensionistar, ið eru førir fyri at
arbeiða sjálvstøðugt. Málið er, at geva hesum høvi, at koma út millum onnur og
fáa ein innihaldsríkan gerandisdag og harvið fyribyrgja dapurskygni og einsemi.
Handlarnir á Kambsdali og á Hjalla hava opið:
Allar gerandisdagar 13 – 17 og síðsta leygardag í hvørjum mánaði kl. 10 - 14
KOMMUNUSKRIVSTOVAN
Vestmanna kommuna
Bakkavegur 8
Postboks 91
FO-355 Vestmanna
Tel. +298 770 100
Fax +298 770 101
vestmanna(a)vestmanna.fo
Kommunuskrivstovan er opin:
mánadag-fríggjadag
kl. 9.00 - 15.00
Kontunummur
Eik Banki: 9181-123.097.4
Bank Nordik: 6460-110.628.9
Suðuroyar Sparikassi: 9870-997.298.7
Barnaansing: 6460-156.028.1
Staðið FM 101
Sunnukvøld frá kl. 21
Hóskvøld frá kl. 21 (endursendingar)