BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 23.10.2018

LÝSINGAR

-

Forsíða

rss



Fyri at fyribyrgja vindskaðar, nú veturin stendur fyri durum,
heitir brunaumsjónarmaðurin á borgararnar um
at tryggja leysar lutir, sum eru uttandura, og at taka leysar lutir inn,
so teir ikki fúka í vindinum og gera skaða.

01. Nov 2006

Haruhagarnir seldir

Haruhagarnir í Vestmanna vórðu, sum vanligt, seldir seinasta sunnudag fyri 1. november – í hesum førinum sunnudagin 29. oktober. Tað, sum ikki var vanligt í hesum førinum, var, at haruhagarnir ikki vórðu seldir á Rógvugarði, men á Byrgisvegi hjá Eydnu á Rógvi Simonsen,

01. Nov 2006

Sparkivøllurin

Sparkivøllurin í Flatabø, sum longu í eina tíð hevur verið brúktur av børnum og ungum, er nú góðkendur av Fótbóltssambandi Føroya. Vøllurin er gjørdur í samráð við Fótbóltssambandi, og verður stuðlaður av UEFA - evropeiska fótbóltssambandinum. Umboð fyri fótbóltssambandið var og sýnaði vøllin herfyri, og

30. Okt 2006

Aftur neyðugt við klorreinsing!

Vatnroyndin, sum tikin varð 17. oktober (úrslitið sæst aðra staðni á síðuni), vísti tíverri, at tað framvegis eru bakteriur í vatninum, men í mun til vatnroyndina seinast, tá vit fingu hetta at vita tveir dagar eftir tøkuna, so fingu vit hesa ferð ikki boð frá

05. Okt 2006

Vatntøkan 26. september!

Vestmanna Kommuna hevur avtalu við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna um kanning av vatni. Hesar kanningar verða gjørdar einaferð um mánaðin. Kanningarnar av vatntøkuni 26. september (síggjast aðra staðni á heimasíðuni) vístu tíverri, at bakteriur vóru í vatninum. Heilsufrøðiliga Starvsstovan boðaði frá

28. Sep 2006

Skipsvitjan

Vaktarskipið Agdlek kemur á Vestmanna seinnapartin fríggjadagin 29. september, og í samband við vitjanina hevur almenningurin atgongd umborð leygardagin 30. september frá kl. 13.00 til 14.00. Brot úr tíðindaskrivi: Åbent skib Agdlek kommer til Vestmanna i weekenden med ankomst fredag eftermiddag

25. Sep 2006

Rekkverk og autoverja

Herfyri hava tveir spurningar um rekkverk og autoverju verið á heimasíðuni hjá kommununi - ein um rekkverk á Heygum frá sethúsunum hjá Frank Joensen inn til sethúsini hjá Gert Johannesen og ein um autoverju fram við Gerðisgøtu. Í báðum førum eru spurningarnir settir áfram til

14. Sep 2006

Útgrrevsturin Úti á Toft

Nógvur áhugi hevur verið frá bygdafólkunum um henda útgrevstur, og ofta hava nógv fólk staðið rundan um leivdirnar, har tey hava spurt frøðingarnar um, hvat tey finna og hava funnið! Í stuttum kann sigast, at týðuligar leivdir eru av veggjum við steinseting rundanum. Av lutum hava

14. Sep 2006

Asfaltering

Umsíðir eru asfaltmaskinurnar komnar til bygdina. Fyrst verða kommunalu økini asfalterað. Hetta verður mett at taka einar tvær vikur, so byrjað verður helst ikki at asfaltera privatu økini fyrr enn í fyrsta lagi í viku 39 (25. til 30. sept.)

Síða 180 av 190: <<...< 178179180181182 >...>>

Tíðindasavn