BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók til 28.06.2018

LÝSINGAR

Námsfrøðiligur stuðul til dagstovnaøkið
freist at søkja: 03.08.2018

Sjúkrarøktarfrøðingur til VEKS Vestur
freist at søkja: 27.07.2018


Forsíða

rss



18. Mai 2006

Bátastevnan 2006

Fyrireikingarnar til bátastevnuna 2006 eru nú komnar væl áleiðis. Ein liður í hesum fyrireikingar-arbeiði hevur verið, at leggja bátabrúgvar út frá atløgusíðuni við bryggjuna. Hetta fyri at gera tað lættari, tryggari og smidligari at koma og fara frá bátunum. Í ár verða viðurskiftini viðvíkjandi landstreymi

18. Mai 2006

Fráboðan frá IRF

Eingin innsavning av húsarhaldsruski frá og við 12. til 25. juni! Sí tíðindaskriv frá IRF.

01. Mai 2006

Størv

Vestmanna Kommuna søkir í hesum døgum, eftir fólki til røkt av skúlanum og ítróttarhøllini. Eisini verður eitt nýtt starv sett, sum í høvuðsheitinum er at taka sær av øðrum ognum hjá Kommununi, umframt at røkja grøn økir í bygdini. Starvslýsing

04. Apr 2006

Umsjónarmaður

Vestmanna Kommuna hevur gjørt av, at seta Jóan Jakku Vørmadal í starvið sum umsjónarmann, fyri Jóan paula Wilhelmsen, sum fyrr í ár segði seg úr starvi. Jóan Jakku Vørmadal er útbúgvin húsasmiður og skipsførari, og starvast í løtuni hjá Skipafelagnum. Hann byrjar í

04. Apr 2006

Bingjupláss

Vegna trupulleikar við brenningini hjá IRF, er Vestmanna Kommuna noydd til at steingja bingjuplássið alla hesa vikuna fyribils, tí at bingjurnar verða ikki tømdar sum er. Ikki er greitt í løtuni, nær viðurskiftini verða reglulig aftur. Fólk verða tí

30. Mar 2006

Tekniskur leiðari

Vestmanna Kommuna søkir eftir Tekniskum leiðara, sum kemur at hava ábyrgdina av Teknisku deild. Starvslýsing kann lesast her 

23. Mar 2006

Umsjónarmaður

Vestmanna Bygdarráð fer á fundi mánakvøldið, at avgera hvør skal setast í starv sum arbeiðsformaður hjá kommununi. Starvið hevur ikki verið mannað, síðan nú fyrrverandi formaðurin Jóan Pauli Wilhelmsen, segði seg úr starvið fyrst í februar mánaði. Tað hevur drigið nakað

21. Mar 2006

Tekniskur leiðari

Vestmanna Kommuna má finna nýggjan leiðara til Teknisku deild. Hilbert Elisson, sum hevur virkað sum Tekniskur leiðari síðan oktober 2003, tekur við øðrum avbjóðingum 1. august 2006. Hesa tíðina hann hevur verið í starvi hjá kommununi, er ein stórur

Síða 181 av 187: <<...< 179180181182183 >...>>

Tíðindasavn