BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Páskaguðstænasta

18.03.2016

Góðu tit øll. 

Nú stundar páskahátíðin til, og vit í Vestmanna kirkju vilja hervið bjóða børnum og foreldrum, ommum og abbum, og øllum hinum eisini, at koma í kirkju  

Páskadag, 27. mars, kl. 11.00, 

og hava eitt egg, sum tit sjálvi hava málað, við í kirkju. So leggja vit øll eggini í eina kurv frammi í kór, soleiðis at øll síggja tey. Prestur fer síðan at greiða frá søguni um eggini á páskum, og hvat tað var, sum Jesus gjørdi páskadag. 

Tit sleppa at taka tykkara egg við heimaftur til húsa, so tit kunnu rulla tey 2. páskadag, ella nær tit vilja. Afturfyri fáa tit, tvs børnini, eitt sjokolátaegg frá Vestmanna kirkju. 

Tit skulu taka 1 málað egg pr. barn við heimanífrá, og tit taka tað við heimaftur eftir guðstænastuna. 

Vit gleða okkum til ein hugnaligan dag saman. 

Tey, sum hava møguleikan, kunnu leggja hetta út á netið, facebook osfr. 

Vh 

Vegna Vestmanna Kirkju 

Marjun í Kálvalíð