BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 26.09.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Páskaklipp á Bókasavninum

20.03.2013

Fríggjadaginn 22. mars 2013 frá kl. 16 - 19 eru børn saman við foreldrum vælkomin á bókasavnið at klippa páskaprýði.

Karton í ymsum litum og annað tilfar er at fáa á bókasavninum, og nógvar góðar klippibøkur við vøkrum mynstrum. Saksar eiga vit tíverri ikki so nógvar, so tit eru vælkomin at taka við sjálvi.
Tilfar er eisini keypt inn, so til ber at gera vøkur konfirmatiónskort.

Okkurt gott verður eisini at fáa undir tunguna, og kanska onkur søga verður lisin ella sangur sungin. Vónandi koma nógv børn við foreldrum til hetta tiltakið.