Páskaklipp á Bókasavninum

10.04.2014

Fríggjadaginn 11. apríl 2014 frá kl. 15 - 18 eru børn saman við foreldrum vælkomin á bókasavnið at klippa páskaprýði.

Karton í ymsum litum og annað tilfar er at fáa á bókasavninum, og nógvar góðar klippibøkur við vøkrum mynstrum.
Tilfar er eisini keypt inn, so til ber at gera vøkur konfirmatiónskort.

Okkurt gott verður eisini at fáa undir tunguna, og kanska onkur søga verður lisin ella sangur sungin. Vónandi koma nógv børn við foreldrum til hetta tiltakið.