BYGDARRÁÐSFUNDIR
LÝSINGAR
-
KORT
VEÐRIÐ
Pílagrímsferð úr Tjørnuvík til Saksunar
15.06.2015
Sunnudagin 21. juni, ið er longsti dagur, skipa prestarnir í Norðstreymi fyri forkunnugari pílagrímsferð úr Tjørnuvík til Saksunar. Gingið verður eftir gomlu kirkjugøtuni millum bygdirnar. Staðkend fólk verða við á ferðini.
Skraín sær soleiðis út:
Kl. 09.00 verður byrjað við morgunmati í bygdarhúsinum í Tjørnuvík.
Aftaná morgunmatin verður stutt andakt í kirkjuni við morgunsangi.
Kl. 10.00 verður farið undir at ganga til Saksunar. Túrurin tekur knappar 3. tímar at ganga.
Kl. 13.00 – ella tá øll eru komin fram – verður gudstænasta við altargongd í Saksunar kirkju, sum prestarnir Marjun í Kálvalíð, Maria Jørðdal Niclasen og Bergtórur H. Bjarkhamar skipa fyri.
Eftir gudstænastuna koyrur bussur úr Saksun aftur til Tjørnuvíkar.
Øll eru hjartaliga vælkomin at vera við.
Blíðar heilsanir
Marjun
í Kálvalíð
Maria
Jørðdal Niclasen
Bergtórur
H. Bjarkhamar
KOMMUNUSKRIVSTOVAN
Vestmanna kommuna
Bakkavegur 8
Postboks 91
FO-355 Vestmanna
Tel. +298 770 100
Fax +298 770 101
vestmanna(a)vestmanna.fo
Kommunuskrivstovan er opin:
mánadag-fríggjadag
kl. 9.00 - 15.00
Kontunummur
Eik Banki: 9181-123.097.4
Bank Nordik: 6460-110.628.9
Suðuroyar Sparikassi: 9870-997.298.7
Barnaansing: 6460-156.028.1
Staðið FM 101
Sunnukvøld frá kl. 21
Hóskvøld frá kl. 21 (endursendingar)