Prógvhandan á nýggja Fiskivinnuskúlanum

Mikudagin 24. juni kl. 14 verða fyrstu prógvini handað á nýggja Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. 20 næmingar fáa SIF-prógv (Støðisárið innan fiskivinnu) og 12 fáa HIF-prógv (Hægri útbúgving innan fiskivinnu). Afturat teimum fáa tveir lærlingar skúlaváttan fyri skúlagongdina - ein lærlingur innan fiskavirking og ein innan reiðskapstøkni.

Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, fer at halda røðu fyri lidnu næmingunum. Hetta er tjúgunda ferð at prógv verða handað á Fiskivinnuskúlanum, síðan skúlin byrjaði í 1989. Prógvhandanin er almenn, og øll eru hjartaliga vælkomin.