BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Prógvhandan í Vestmanna Skúla

25.06.2013

Hósdagin 27. juni kl 18.00 verður fráfaringarsamkoma og prógvhandan fyri næmingum í 9. og 10. flokki í auluni.

Foreldur at næmingum í 9. og 10. fl., lærarar, øll starvsfólk í skúlanum, bygdaráðini í Vestmanna og Kvívík eins og skúlastýrini eru boðin.
Vestmanna skúlastýrið er vertur.

Farið verður aftur í skúla mánadagin 19. august 2013.

Øllum verður ynskt eitt gott summar.

Vegna Vestmanna Skúla

Ólavur Winther, skúlaleiðari