BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

P-talsváttan kemur ístaðin fyri p-talskortið

23.10.2015

Frá 1. november 2015 broytir Landsfólkayvirlitið mannagongd soleiðis, at fyrrverandi p-talskortið verður skift út við eina p-talsváttan.

P-talsváttanin váttar, sum fyrrverandi p-talskortið, hvat p-tal viðkomandi persónur hevur. Landsfólkayvirlitið sendir p-talsváttan, tá ið:

  1. barn verður skrásett við navni í Landsfólkayvirlitininum,
  2. navnabroyting verður skrásett í Landsfólkayvirlitininum,
  3. persónur fyrstu ferð verður skrásettur sum fluttur til Føroya, ella
  4. persónstalið verður broytt.

Sambært § 3, stk. 4 í lógini um fólkayvirlit hava øll rætt til at venda sær til kommununa at fáa skjalváttan um sítt persónstal. Kostnaðurin er upp til 50 krónur. Kommunan kann krevja, at peningurin skal rindast, áðrenn váttanin verður latin.

Umhvørvisstovan
løgdeildin