BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 20.06.2017

Rættiliga stórur fólkavøkstur í 2011

13.02.2012

01.01.’11 búðu 1.207 fólk í Vestmanna, meðan  fólkatalið 31.12.’11 var 1.222. Vøksturin er 15 fólk ella 1,24%. Orsøkin til stóra vøksturin er, at rættiliga nógv fólk fluttu til bygdina í 2011; 77 fluttu til bygdina, 63 fluttu úr bygdini; 11 vórðu fødd, 10 doyðu.

Vit fegnast um vøksturin, tí talan var um lækking í flestu kommunum; fyri alt landið lækkaði fólkatalið 0,25%.

Fólkatalið í okkara grannakommunum tykist tó ikki at lækka eins nógv og aðrastaðni; Vága Kommuna vaks við 1,65%, Kvívíkar Kommuna vaks við 0,51%, Sunda Kommuna vaks við 0,84%; fólkatalið í Sørvágs Kommunu lækkaði við 0,80%, og í Tórshavnar Kommunu lækkaði tað við 0,24%.

Vit fegnast sjálvsagt um fólkavøksturin og vóna, at rættiliga stóra tilflytingin er tekin um, at fólk ásanna, at Vestmanna Kommuna er ein kommuna, sum hevur mong og góð tilboð til sínar íbúgvar.