BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 20.06.2017

Rætting til greinar á in.fo og á nordlysid.fo

25.02.2016

Í gjár 24. februar 2016 skrivaðu in.fo og nordlysid.fo, at Vestmanna Kommuna hevur dýrastu kommunalu fyrisitingina í landinum. Í greinini var víst til hagtøl frá Gjaldstovuni. Greinin á in.fo er tikin av heimasíðuni fyrrapartin í dag.

Tølini, sum blivu nýtt til hesu greinar í netmiðlunum tann 24. februar eru ávegistøl, ið eru skrásett hjá Gjaldstovuni. Freistin at rapportera endaligu tølini er ultimo mars og verða tí ikki tøk alment fyrr enn í apríl mánað.

Vestmanna Kommuna harmast um, at fjølmiðlafólk fara so lætt um tølini og ikki seta seg nærri inn í tað, tey umrøða í miðlunum. Um man gjørdi sær tann ómak at granska tølini eitt sindur nærri, so hevði man sæð, at íløgur eru tvinnaðar inn í uppgerðina av tølunum, og ger hetta, at tey endurgivnu tølini eru misvísandi, tá ið kommunur verða samanbornar.

Talið 4.624 pr. borgara í 2015, sum verður brúkt í netmiðlunum, skal útgreinast soleiðis:

Rakstur 3.388 kr. pr. borgara (fyrisiting+kommunustýrið+val+skattakærunevnd)
Løga      1.236 kr. pr. borgara (keyp av umsitingarhúsi - fyrrverandi Eik-bygningurin))

Tey endaligu tølini fyri 2015 verða at síggja í roknskapinum hjá kommununi, sum verður liðugur í mai/juni, og her fer raksturin av fyrisitingini hjá Vestmanna Kommunu væntandi at liggja um kr. 3.000 pr. borgara, sum er munandi lægri enn tað, sum var lagt út á netmiðlarnar í gjár. Hetta vísir eisini, at Vestmanna Kommuna hevur eina av teimum bíligaru fyrisitingunum í landinum.

Rakstrarútreiðslurnar av fyrisitingini hjá Vestmanna Kommunu er áleið tær somu í 2013, 2014 og 2015.

Tær hækkingar, ið eru komnar, eru kravdar lønarhækkingar, telduútbúnaðurin er dagførdur, so hann nú lýkur tey almennu krøvini, og nýtt umsitingarhús er keypt í 2015  fyri 1,5 mió. kr. Harumframt hevði Vestmanna Kommuna í 2013, 2014 og 2015 ein árligan leigukostnað á kr. 60.000, sum fall vekk, tá ið umsitingarhúsið varð keypt.