BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Rekkverk og autoverja

25.09.2006

Herfyri hava tveir spurningar um rekkverk og autoverju verið á heimasíðuni hjá kommununi - ein um rekkverk á Heygum frá sethúsunum hjá Frank Joensen inn til sethúsini hjá Gert Johannesen og ein um autoverju fram við Gerðisgøtu.

Í báðum førum eru spurningarnir settir áfram til Teknisku Nevnd.

Tekniska Nevnd viðgjørdi spurningarnar á fundi 19. september.

Tekniska Nevnd samtykti at svara á heimasíðuni, at nevndin arbeiðir við at gera eitt yvirlit yvir, hvar neyðugt er at seta upp rekkverk og autoverju, og tá hetta yvirlit fyriliggur, verður ein raðfesting gjørd av arbeiðunum.