Renning á Fjarðastevnu leygardagin 7. juli 2012

06.07.2012

Tíðindaskriv:

Leygardagin verður aftur ein av stóru summarstevnunum hildin. Hesuferð eru tað vestmenningar, sum fara at skipa fyri fjarðastevnuni, sum er stevna, ið skiftir millum Strendur, Skála og Vestmanna. Í Vestmanna hava tey altíð skipað fyri rennikapping á stevnuni, og í ár verður heldur einki undantak. Kapprenningin verður skipað eftir sama leisti sum allar hinar stevnurenningarnar kring landið við hesum bólkum:

  • gentur og dreingir -7 ár (f. – 2005)  600 m
  • gentur og dreingir -10 ár (f. 2002 – 2004)   600 m
  • gentur og dreingir -13 ár (f. 1999 – 2001)  1,5 km
  • gentur og dreingir – 17 ár (f. 1995 – 1998) 1,5  km
  • menn og kvinnur opin bólkur (f. – 1996)  4 km
  • menn veteranar (f. 1957 – 1966) 4 km
  • kvinnur veteranar (f. – 1966) 4 km
  • menn superveteranar (f. – 1956) 4 km

Renningin byrjar kl. 10.30 við øllum teimum vaksnu bólkunum. Barnarenningin verður aftaná, og sum vanligt verður byrjað við yngstu bólkunum. T.v.s. at barnarenningin kann væntast at byrja umleið kl. 11.00.

Rutan hjá teimum vaksnu sæst á myndini omanfyri. Hetta er sama ruta, sum varð runnin í 2010. Rennast skulu 5 umfør á knappar 800 metrar. Bólkarnir -13 ár og -17 ár renna tvey umfør. Tveir teir yngstu bólkarnir renna á einari rutu niðri á havnalagnum. 

Øll tilmelding verður á staðnum frá kl. 9.30. Tilmeldingin fer fram í gamla kaffivogninum Inni á Fjørð, har Sam plagdi at leggja at.

Heiðursmerki verða latin til trý tey fremstu í hvørjum bólki. Kostnaðurin er kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

VÍF