BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Rock/punk-brak á Staðnum

Staðið skipar fyri konsert við garrvilla bólkinum Oniontree hóskvøldið 19. februar kl. 20.

Oniontree er ein tónleikabólkur úr Havn, sum var stovnaður á sumri 2008. Dreingirnir, sum mannað bólkin, eru Sigmund Jørgensen, Fríði Bjørgvin, Jan Mýrá og Magnus Mortensen.
Bólkurin spælir eina blanding av rock, punk og alternative, og eitt av málunum er at vinna hjørtini um alt Føroyaland.

Í septembur 2008 fóru teir í studio hjá Kristoffur Mørkøre. Har upptóku teir løgini 'A good day for dying' og 'Memories'. Tú kanst hoyra løgini á www.myspace.com/oniontree.

Fyrsta stóra konsertin hjá Oniontree var 18. oktobur í fjør, tá ið teir opnaðu eina útselda konsert í 'Lille Vega' fyri The Dreams. Konsertin gekk avbera væl, og har komu nógvir Oniontree fans burturúr. Hendan konsertin gav teimum vón um, at við hesum bólki kann nógv stórt henda, og í februar fara teir í studio at upptaka eina EP-fløgu.

Kostnaður: 50,-
Aldursmark: 13 ár