BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Røðan á 8. mars-haldinum í 2013

11.03.2013

 

Omanfyri 100 kvinnur, og nakrir menn, vóru samlaði til 8. mars haldið á Bryggjuni, sum aftur hesuferð hevði innsløg til gaman og álvara.
Niðanfyri endurgeva vit røðuna, sum Karolina Thostrup helt á 8. mars haldinum.

Hey tit øll. 
Gott kvøld kvinnur og menn.
So er aftur 8. mars – kvinnudagur.
Dagurin, har nógv okkara, bæði kvinnur og menn, loyva okkum at siga:
Harragud.
Hvat skulu vit brúka ein sovorðnan dag til?
Reyðsokkatíðin er ein farin tíð.
Og hava vit tað ikki gott?
Vit kunnu gera, hvat vit vilja, og so er ongin grund til alt hetta fjasið. 
Tað er kanska heldur ikki neyðugt at tosa so nógv um tingini júst í dag, bara vit dríva á allar hinar 364 dagarnar í árinum. So kunnu vit fyri tað spæla stillaspæl í kvøld.

Eg var barn, tá reyðsokkarnir leikaðu í, og hoyrdi orðið onkuntíð koma físandi frá onkrum manni. 

Tín reyðsokkur!

Hvat tvístøðurnar snúðu seg um, minnist eg ikki, men eg var onkursvegna greið yvir, at tær stungu eitt sindur djypri enn smágleps, og at tær nomu við rættvísiskensluna.

At menn og kvinnur ikki eru eins, og at tað hevur avleiðingar, haldi eg gekk fyrstu ferð upp fyri mær einaferð á føstulávint. Tað var tunnusláing uppi á Heygum. Ein tunna varð hongd upp í eitt reip, sum var spent millum húsini. Hon var málað, og vit fingu at vita, at har var ein kattur inni í. Hetta var ræðuliga spennandi. Fult av fólki og tónleikur út úr hátalarum í vindeyganum hjá Svend, haldi eg tað var. Billettir vórðu seldar út gjøgnum okkurt køksvindeyga, og tað var har, tað hendi:

Eg slapp ikki at keypa billett.

Eg kundi hyggja at, saman við øðrum børnum og kvinnum, meðan menninir langaðu til tunnuna – í tímavís. Sum fráleið komu teir skinklandi fram við gassanum, men framvegis var ongin kattur at hóma. Eg keddi meg og stakk av, bláfryst, oman til ommu at verma meg eina løtu – hon átti viðhvørt fastalávintsbollar. So niðanaftur – at hyggja. Til einaferð, tá tunnan var komin niður, og tað var farið at myrkna. Tá fekk katturin banahøggið og kattakongurin, onkur sterkur, hálvfullur maður varð borðin sum kongur niðan í Gamla Skúla. Tá skuldi eg heim.

Hetta at skula vera áskoðari, og ikki taka lut í tí, sum fyrifórst, fall mær ónatúrligt sum barn. Ongin bjóðaði mær við í grind ella á fjall, men eg fór við kortini, hóast hesar verðirnar eisini bara vóru fyri menn, tá í øllum førum.

Góðu gomlu dagarnar í Vestmanna vendi eg aftur til um eina løtu, men fyrst havi eg hug til at taka eitt sindur samanum.

Kvinnur og menn hava á nógvum økjum fingið somu rættindir, men tað eru ikki nógv meiri enn 100 ár síðan, at kvinnurnar komu upp í part og sluppu á val. Orsøkin tá var, at menninir drukku so illa, og kvinnurnar strongdu á fyri at fáa sett í gildi eina forboðslóg fyri at drekka brennivín. Fólkaatkvøðan um rúsdrekka varð hildin í 1906, og kvinnurnar sluppu at atkvøða.
Í 1909 fingu kvinnur valrætt til kommunuval. Og  í 1915 sluppu kvinnurnar á løgtingsval.
Men ikki fyrr enn í 1964 fekk fyrsta kvinnan sæti á løgtingi. 

Í 1966 hendi ein stór broyting fyri kvinnurnar – og fyri menninar. Tá kom p-pillarin á marknaðin. Og við teimum, og ikki at gloyma við reyðsokkunum, komu broytingar.
Vit hava síðan stríðst fyri líkaløn, barsilsskipan, pápafarloyvi, fyri bert at nevna nøkur økir.
Í dag arbeiða tær flestu føroysku kvinnurnar, heili 81 prosent. Føroyar eru tað landið í Evropa, har flest kvinnur hava arbeiði.
Tað eru fleiri kvinnur á miðnámsskúla enn menn.
OG kvinnurnar eiga munin, tá tað kemur til hægri lestur. Tað eru í dag fleiri kvinnur, sum taka eina longri útbúgving enn menn.
Kvinnurnar hava í so máta yvirhálað menninar, men kortini darla vit aftaná.
Tí sjálvt um næstan allar kvinnurnar arbeiða, so fáa vit bert 39 prosent av lønunum. Kvinnurnar arbeiða nógvar niðursetta tíð, og færri tímar enn menninir.

Og hvat so, kunnu vit spyrja?
Velja vit ikki hesa støðu sjálvar? 
Tað gera vit vælsaktans, men spurningurin er hví?
Vit eiga øll hvør sína søgu og hvør sínar upplivingar av javnstøðu millum menn og kvinnur, ella væntandi javnstøðu millum kynini. Og tað eru júst hesi viðurskifti, sum upptaka meg almikið.

Hvussu uppliva vit og kenna vit sjálv frælsi ella væntandi frælsi av støðuni millum kynini? Og hvat tora vit ikki at tosa um?

Eg rokni við, at hjá teimum flestu hongur hetta saman við, hvat ein hevur verið vanur við, og hvussu støðan síðan er broytt. Mínar upplivingar av støðuni í dag eru sjálvandi merktar av mínari fortíð. Tí havi eg fyrst hug til at spola nøkur ár aftur í tíðina, til tað árið, eg var fødd og byrja við árgangi 1963. Í Vestmanna í seksti- og sjeytiárunum.

Útgangsstøðið hjá mær frá barnaárunum vóru tvær verðir: ein mannfólkaverð og ein konufólkaverð, sum í stóran mun vóru skyldar at, men tær vóru her í bygdini. Heimurin var her og næstan onga aðrastaðni. Burtursæð frá onkrum útlendskum tíðindum í útvarpinum ella bløðunum, og so frá onkrum donskum vikublaði, Bílæta Blaðnum, Familje Journal og Hendes Verden frá Almu ella úr kioskini á kaini, so snurraði verðin runt um seg sjálva her á staðnum.

Uttanfyri heimið vóru tað fyri tað mesta menninir, sum gjørdu nakað. Og innanfyri – í køkinum – ráddu kvinnurnar. Har vóru tær. Onkrar kvinnur arbeiddu, men ikki so nógvar. Kvinnurnar kókaðu døgurða hvønn tann einasta dag til á middegi. Tá komu menninir heim frá arbeiði – um teir ikki vóru til sjós – og  børnini komu heim úr skúla at fáa sær at eta, fyri so at fara avstað aftur. Kvinnurnar tóku sær eisini av teimum smáu børnunum, sum ikki skuldu í skúla, og teimum gomlu, sum vóru óhjálpin. Eg haldi, at kvinnurnar munnu hava havt nokk at gera. Umframt húsarbeiði bundu og seymaðu tær eisini nógv. Eg gekk í øllum førum ofta í heimaseymaðum klæðum, ella í bundnari troyggju. 

Menninir tóku í sera lítlan mun lut í arbeiðinum hjá kvinnunum, og hildu seg ofta langt vekk frá øllum húsligum uppgávum.

Onkursvegna var hetta býtið sera løgi, eisini tá. Minnist einaferð eg sum barn var hjá lækna og sat inni í bíðirúminum. Viðhvørt haldi eg, at fleiri tímar gingu, men har vóru søgur. Ein eldri dama sat og bedýraði, at maðurin dugdi ikki at skeinkja sær drekka.
- Hvat sigur tú, svaraði ein onnur í ramasta álvara. Tann trupulleikan hevði hon ikki beinleiðis, tí hennara maður dugdi, tá hon ikki var inni.

Kvinnurnar fingu sjáldan pengar fyri sítt arbeiði. Eg haldi, at tað var ymist, hvussu fólk – altso pør – húsaðust við pengum sína millum. Summi høvdu felags økonomi, men neyvan øll. Onkur kaffisøga er komin fyri míni oyru, har kvinnurnar kring borðið ilskaðust inn á ein mann, sum sat so fast á kassanum, at konan mátti spyrja hann, um hon kundi sleppa at keypa ein barnavogn.

Í barnaoyrum var hetta ikki beinleiðis nøkur ræðusøga, men aftur kom henda sama kenslan, at her ruggaði ikki rætt. Kvinnurnar tjentu ikki sínar egnu pengar, og vóru í ein ávísan mun “avhangigar” av manninum. Tað vóru nógv børn í teimum flestu familjunum. Ógvuliga fá foreldur skildust, og eg loyvi mær at ivast í, um tað var ynskistøða hjá øllum.

Ein farin tíð, sum tá ein var mitt í henni, bara var sum hon var. Tað var vanligt. Tað var normalt....ella var tað nú tað?

Tá ein hevur flutt seg frá einari støðu, er hon ikki meiri normal enn tað sama. Støðan broytist alla tíðina, og tað gjørdi hon eisini her um okkara leiðir í reyðsokkatíðini. Hóast reyðsokkarnir ikki vóru serliga sjónligir, so merktu vit tær kortini, og kanska lurtaðu vit eisini eitt sindur eftir teimum. Í øllum førum byrjaðu kvinnur í størri mun at arbeiða, og gera ymist uttanfyri heimið, sum annars bara menn høvdu fingist við.  

Alt bar til í áttatiárunum. Og eg helt meg ongantíð aftur til at gera tað, eg hevði hug til. Eg slapp at ferðast, eg slapp burtur, um eg hevði hug og ráð. Eg fekk ikki eitt oyra heimanífrá at ferðast fyri, tað mátti eg sjálv arbeiða fyri, um eg ætlaði mær avstað, men tað var heldur ongin trupulleiki. Tað var bara at fara á fiskavirkið í eina tíð, so var leyst og liðugt. Eftir stuttari tíð kendu vit okkum sum millióningar og fóru avstað, hagar vit høvdu hug at fara. Tað var so fantastiskt, at eg haldi, at tey vaksnu vóru eitt sindur øvundsjúk eisini. Sjálvt omma, sum tá var gomul, kundi hugsað sær at komið við, um hon hevði orkað, segði hon.

Vit sluppu í skúla, um vit vildu. Vit fingu pengar – studning – at fara í skúla fyri, og høvdu møguleikar fyri at útbúgva okkum. Tey árini sá eg ongar forðingar fyri, at eg kundi tað, sum eg hevði hug til.
Men tað hendi eisini nakað hesi árini.

Líti eg aftureftir, so vóru ógvuliga fáar kvinnur í løgtinginum ella í kommunum, áðrenn reyðsokkarnir gjørdu um seg, men kvinnurnar byrjaðu so smátt at koma upp í politikk, serliga í áttatiárunum. Heilt erligt, so hugsaði eg ikki so nógv um tað tá í mínum grøna ungdómi, men eg havi seinni skilt, at tað var ongin sjálvfylgja, og at onnur hava bart fyri mínum rættindum.

Vit hava uppnátt ein heilan hóp, men hvussu langt vit eru komin, ella hvussu stutt vit eru komin, vita vit í nógvum førum væl sjálv. Og tað, sum vit sjálvi ikki vita, mugu vit vóna, at onkur minnir okkum á.

Upp á sera stutta tíð hava kvinnurnar flutt seg út í eina nýggja verð. Vit fáa í dag løn fyri at ansa bæði børnum og gomlum. Og vit hava fingið størv, sum bara menn høvdu fyri nøkrum árum síðan.

Menninir hava eisini flutt seg. Teir hava serliga fingið ein størri leiklut heima, privat. Teir hava fingið húsligar uppgávur at loysa, og mugu í nógv størri mun enn nakrantíð áður taka sær av børnunum.

Tað henda stórar broytingarnar í familjuviðurskiftum okkara í løtuni, og gamla kjarnufamiljan við einari mammu og einum pápa, er í dag bara ein av fleiri familjueindum. Nógv hjún eru seinastu árini skild, summi tí tey ynsktu tað, onnur, uttan iva tí tey eru sperd av umstøðunum. Nógv okkara stríðast dagliga við at fáa kabalina við arbeiði og heimalívi at ganga upp. Sæð við javnstøðubrillum er tað her, ein stórur partur av stríðnum millum partarnar fer fram.

Og hvussu skal tað vera? Ongin tíð er farin, síðan menninir gingu í neystum og kjallarum og drukku, tí konurnar ikki vildu lova teimum inn. Menninir tyktust í so máta mangan heimleysir, tá eg vaks upp.

Og kvinnurnar, tær høvdu til fyri fáum árum síðan stýr á øllum heima við hús. Alt var undir kontrol. Hvussu skulu tær í dag duga at sleppa, og lata onkran annan – t.d. mannin taka yvir? Um hann yvirhøvur tímir at fáast við húsligar smálutir. 
Eg meini so við. Hevur nakar nakrantíð hoyrt ein mann gramt seg um, at hann ongan frídag hevur havt til at rudda skáp ella vaska ovn í. Nei, ha? Men tað eri eg komin til, fleiri ferðir, og so hava tey rundanum meg bara flent og spurt, hví í allari víðu verð eg brúki lívið uppá sovorðið tvætl.

Men eg veit ikki. Um tað skal vera tónin, so fer ein stórur partur av mínum lívi til onkis. Eg kann ikki fara at reksa alt upp her, soleiðis úti millum fólk. Men eitt sindur av slatri skulu tit sleppa at hoyra eisini.

Tað var ein arbeiðsfelagi. Og eg kann gott siga, at tað var ikki her í Føroyum. Hon tosaði við mannin, sum var heima hjá børnunum hendan dagin. Vit sótu fleiri og arbeiddu, vit “konsentreraðu” okkum, hvør í sínum lagi framman fyri telduni, og hoyrdu samrøðuna við hálvum oyra.
- Vit skulu hava kylling, segði hon.
- Hvat sigur tú, man maðurin hava spurt.
- Eg sigi at vit skulu hava kylling, hann liggur í køliskápinum.
Nú teskaði hon.
- Tú koyrir fyrst feitt á pannuna, og letur tað smelta, so koyrir tú kyllingin í og so víðari.
Vit, sum rundanum sótu, hugdu uppá hvørja aðra, og arbeiddu víðari. Ongin tordi at siga nakað.
Hendingin er bara ein av mongum, eg havi upplivað. Søgurnar, sum ikki tola at koma fram í ljósmála, tí tær eru ikki politiskt korrektar. Tað er ósmart og kiksað ikki at koma ásamt um arbeiðið heima við hús. Men júst hetta hugsi eg er kjarnin í nógvum javnstøðustríði í dag. Stríðið millum martyr-konurnar, tit vita, hon, sum skeldar um, at her standi eg við øllum...
og so teir hjálparleysu menninar.

Tað fyrikemur mær, at nógvar familjur verða upploystar, tí júst stríðið um javnstøðu er ov møtimikið. Partarnir finna onga loysn, og so heldur hava eina skipan, har ein hevur børn aðruhvørja viku og arbeiði og kanska  ein elskara ella elskarinnu hina vikuna. 

Vit skulu líta frameftir, men javnstøðustríð háttar sær í summum førum sum plantur við longum rótum. Tað, sum hevur verið, treingir seg alla tíðina inn á okkum, samstundis sum okkara lívsháttur og familjuviðurskiftir broytast.

Eg haldi, at javnstøða í stóran mun snýr seg um mørk millum menniskju. 
Javnstøða í parlagi kann vera millum ein mann og eina kvinnu, millum tvær kvinnur ella millum tveir menn. Javnstøða kann eisini vera millum mannaættina menn og kvinnur. Hetta, at vit hava somu møguleikar og rættindir, uttan mun til kyn.

Eg upplivi, at javnstøðustríðið rakar meg kensluliga. Eg fái ilt, tá eg verði viðfarin av órøttum. Nær og undir hvørjum umstøðum tað hendir, veit eg ikki altíð frammanundan, men tá tað rakar, eri eg ongantíð í iva.

Tí mugu vit fyri alt í verðini ikki gevast at tosa um viðurskiftini, og bøta um tey ella tillaga tey til tann veruleika, vit liva í.

Takk fyri.