BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Røðan, sum Hans Pauli Strøm helt, tá jólatræið varð tendrað.

13.12.2006

Góðu børn, góðu foreldur, góðu vestmenningar

 

 

Ein høgtíð er størri enn allar aðrar ársins høgtíðir - tað eru jólini. Ongin onnur høgtíð er so full av hugna, av ljósi, av vón, av gleði, av kærleika, av gávumildni, av søtum spenningi, sum hesin síðsti og myrkasti mánaðurin í árinum.

 

 

Hetta er ikki bara at gleða seg til tað einaferð verður tann 24. - hetta er ein dagliga veksandi kensla av gleði um hvønn einasta dag, sum gongur, frá fyrsta degi vit tendra ljósini og stjørnurnar í vindeygunum, vit fara uppá loftið ella niður í kjallaran at taka jólaprýðið fram úr burturgoymdum posum og pappeskjum og hongja upp, vit tendra fyrsta adventsljósið, og so tá dagurin kemur, at jólatræið í bygdini verður tendrað.

 

 

Jólasiðirnir eru nógvir, men kanska er tað nakað man kann undra seg mest yvir, at taka eitt træ úr skóginum og seta tað mitt millum okkum, her á torginum og heima í stovunum, vit hongja ljós uppá tað og pynta tað, vit syngja og dansa rundanum tað. Ein løgin siður kanska. Men kortini ikki, um vit hugsa okkum um, tí granntræið, jólatræið, er so fult av symbolikki um alt tað vit leggja í jólahøgtíðina.

 

 

Øvugt øllum øðrum vøkstri, sum búnast í ársins ljósi tíð, grønkast, blómar og síðani følnar og doyr á heystardegi, so stendur jólatræðið grønt og sevjumikið allar ársins tíðir, í summarsól og eins og í  heglingsæli á stirdum vetrardegi. Grønt er lívsins litur, gróður og vøkstur, sum hóast hann doyr altíð rísur uppaftur í ævinligari ringrás.

 

 

Tí er granntræið, jólatræið, fram um hini lívsins træ, ið umboðar alt tað sum er gott, við síni rót djupt niður í jørðina og sínum buli við ævingrønum greinum hevjandi móti himli. Jólatræið sameinir soleiðis tað jarðarliga og gerandisliga fótafestið og tað andligu gleðina og vónina, ið strembar upp móti himli.

 

 

Jólatræið er ljós í myrkri, bókstaviliga sum tað stendur her, og symbolskt, tá vit pynta tað við ljósum, tí jólini hava altíð aftur í fornar øldir verið hin stóra ljósveitslan. Tann aldargamla jólaveitslan varð hildin tá stytsti og myrkasti dagur var farin afturum og dagarnir aftur fara at leingjast. Og her verða tey kristnu jólini tann størsta ljóshátíðin av øllum, sum vit halda fyri at Jesuspápi – heimsins ljós – varð føddur, og øll heimsins menniskju við honum fingu gleðiboð og ævinliga vón.

 

 

Hetta er boðskapurin í tí kenda jólasálminum, sum eg haldi er tann vakrasti av øllum – og her hugsi eg serliga um orðini, sum Louis Zacchariassen yrkti, um ta lívgandi sól, sum bæði er hon ið gongur eftir himmalhválvinum og hon sum varð tendrað í mannahjørtum fyri tvey túsund árum síðani.

 

 

Tí kunnu vit siga, hóast nakrir dagar enn eru eftir til farið er um stytsta dag:

 

 

Nú komin eru jól, Og aftur hækkar sól.

 

Tað ber mót ljósum tíðum, Tá grasið grør í líðum,

 

Tá sól á fjøllum brandar og summarlýkku andar.

 

 

O undurfagra sól, sum birtist fyrstu jól.

 

Kynd eld á køldum eimi. Birt ljós í myrkum heimi.

 

Lat mannahjørtu kenna, at jólaljós enn brenna.

 

 

Ber boð við einglarødd – øllum sum illa stødd

 

í hesum heimi stríða, og undir krossi líða,

 

at aftur kemur dagur, tá maður verður glaður.

 

 

Tá Louis Zacchariassen her brúkar orðið maður, er tað er sjálvsagt menniskja, konufólk einsvæl og mannfólk, hann meinar við.

 

 

Lat okkum hugsa um hetta, nú vit dag um dag gleðast við hvønn annan, stákast, keypa gávur og alt gott og fyrireika ta stóru høgtíðina. Lat okkum hugsa um hetta, at tann størsta gleðin av øllum, tað er ikki at fáa, men tað er at geva, at gleða ein annan við at geva. Hetta vita vit og duga vit, tá tað snýr seg um okkara egnu, foreldur, børn, systkin og okkara nærmastu. -  Men hvat við øllum hinum, sum standa uttanfyri?

 

 

Í okkara londum liva vit í veksandi vælferð og ríkidømi. Men samstundis hevur gjógvin aldrin verið størri millum ríkidømi og yvirflóð í okkara parti av heiminum, og hinumegin armóð og neyð í heimsins fátæku londum. Aldrin áður hava verið so nógv børn, sum fara svøltandi til songar og vakna til nýggjan dag uttan vón og framtíð.

 

Tey høvdu verið fegin fyri eina jólagávu frá okkum, sum hava ráð at geva burturav. Nakrar fáar krónur.

 

 

Tað er gott, at vit vilja gleða hvønn annan við nógvum góðum gávum. Men vit kunnu røkka longur, eisini til okkara neyðstøddu medmenniskju úti í heimi. Nakrar fáar krónur gera stóran mun, ein veldigan mun. Og tað eru so nógvir mátar, vit kunnu lata slíka jólagávu uppá. Vit kunnu fara á posthúsið við henni, ella í bankan ella sparikassan ella lata í onkra bússu. Tað eru fleiri, sum standa og bjóða seg fram at bera hesa jólagávuna frá okkum til rætta stað. Reyði Krossur, Neyðhjálp fólkakirkjunnar, Misjónsfelagsskapir, Barnagrunnurin við barnasponsorskipanum, SOS-barnabýirnir, – tað trýtir ikki við møguleikum. Vit kunnu lata eina gávu nú á jólum, og hví ikki eina lítla gávu hvønn mánað, alt árið, til eitt barn, ella til eina familju.

 

 

Jú, tað eru túsund møguleikar, at vit kunnu birta túsund jólaljós!

 

 

Minnast tit ævintýrið hjá HC Andersen um fátæku gentuna við svávulpinnunum, sum sat køld og hungurstungin uttanfyri ta glæsiligu jólastovuna hjá ríkmannafamiljuni. Hon royndi at fáa fløvan við at bresta svávulpinnarnar, ein fyri og annan eftir, alt meðan hon stirnaði, men har hon til endans í eini sjón frá glæmuni av tí síðsta svávulpinninum varð tikin av kæru ommu síni úr allari neyð upp til jesuspápa.

 

 

Vit kunnu skapa ein fløva og eina vón fyri onkran neyðstaddan úti í heimi, við eini lítlari gávu – fyri okkum eitt smáting - men eitt ljós í myrkri fyri ókenda medmenniskja okkara. Tað hevði verið ein ordans jólagáva.

 

 

Hans Pauli Strøm,

 

Jólatræið í Vestmanna, 6. des. 2006