Røðan, tá ið jólatræið varð tendrað

30.11.2016





Fríggjadagin 25. november 2016 varð jólatræið á Torginum tendrað.
Laila Haldansen, nývaldur bygdarráðslimur, helt røðu, og verður hon endurgivin her niðanfyri.

Góðu tit øll

Nú fekk eg tann heiður at halda røðu, nú vit í kvøld samlast um at tendra jólatræið her á Reyða torgi. Tað er stuttligt at síggja, at vit eru so mong, ið  savnast her í heimbygd okkara – ein bygd, ið vit øll eru errin av og góð við. At kunna vera saman í friði og náðum um jólatræið ein slíkan vetrardag sum hendan, er ikki bara nakað, vit bara líka gera. Tað er nakað, vit síggja fram til og gleðast um. Ja, vit telja enntá dagarnar, tí tá ið træið er tendrað, byrja jólini av álvara. Vit geva okkum stundir til at koma higar, vit leggja gleðiliga annað til viks frá ofta rokaliga gerandisdegi okkara – og savnast her kring jólatræið.

Jólatræið er júst tendrað. Vita tit, hvat er heilt serligt við jólatrænum?

Um vit hyggja rundan um okkum í kvøld,síggja vit, at náttúran er byrjað at fara í dvala. Grasið gulnar, blómurnar følna og bløðini detta av trøunum. Men við granntrænum er øðrvísi. Alt árið runt stendur tað so fagurt í sínum grøna búna – tað ímyndar hitt æviga lívið.

Granntræið hevur ígjøgnum allar tíðir havt sítt serliga virðið millum heimsins fólkasløg, og eisini í kristnu trúnni hevur tað fingið sítt serliga pláss. Sjálvt jólatræið er ein gamal siður, ið sigst at stava úr Týsklandi fyri 500 árum síðan, har tey um jólahøgtíðina tóku tað inn í stovuna og prýddu tað við køkum og frukt. Eftir jól sluppu børnini at eta burturav øllum hesum leskiliga.

Jólatræið hevur sostatt fingið ein kláran kristnan boðskap. Træið sjálvt er Lívsins træ – tað træið, ið stóð í Urtagarðinum Eden. Ádam og Eva vóru rikin úr urtagarðinum og burtur frá trænum, men jólaboðskapurin ber boð um, at Jesus varð føddur, soleiðis at vit aftur kunnu fáa lut í hesum lívgevandi træi. 

Træið í kvøld er hvørki prýtt við mandarinum, súreplum ella siropskøkum, sum tað var tað í gamla Týsklandi á sinni. Træið í kvøld er fagurt skrýtt við hundraðtals ljósum, ið lýsa og fjálga um hesa myrku ársins tíð. Tey minna okkum á eina heilt serstaka nátt.

Minnast tit søguna?

Maria og Jósef máttu longu leiðina til Betlehems, tí Augustus keisari hevði givið boð um, at allur heimurin skuldi skrivast í manntal. Ferðin var long – 150 km, so Jósef fekk fatur á einum asna, sum Maria kundi ríða á. Komin til Betlehems føddi Maria son sín, Jesus, men rúm var bert fyri heimsins ljósi í einum fjósi.

Við hvørt er gott at vera mintur á hesa stillu nátt.

Minnast vit altíð til at njóta jólafriðin? Minnast vit til at steðga á og gleðast um tað, vit hava og eru saman um? Minnast vit til at leggja smartfonina til viks eina løtu? Tað er so skjótt at gloyma at njóta løturnar. Tað hevur alstóran týdning, at vit minnast ljósglæmurnar, og at vit halda fast í tær. 

Hesa jólanáttina fyri yvir 2000 árum síðani fylgdu vísir menn úr Eysturlondum væl við. Teir høvdu borið eyga við eina heilt serliga stjørnu. Aldri áður høvdu teir sæð eina so bjarta stjørnu, og teir fylgdu henni til fjósið í Betlehem.

Hetta var ein heilt serstøk nátt – ja, so serstøk, at ein stjørna lýsti so bjart, sum ongantíð áður – Betlehemsstjørnan. Og eisini her í kvøld síggja vit ljósglæmuna frá stjørnuni, har hon bleiktrar ovast á trænum.    

Hesir vísu menn høvdu gávur við – gull, roykilsi og myrru. Eisini vit geva gávur á jólum. Vit leggja tær undir træið og gleða okkum. Gleða okkum at pakka upp og gleða okkum at síggja andlitsbragdið á børnum og vaksnum, tá ið tey lata gávurnar upp. Stór er gleðin at fáa, størri er gleðin at gleða onnur, og størsta gávan, var Jesusbarnið, sum Maria reivaði í krubbuna jólanátt. Lat okkum leggja okkum hetta í geyma hesa jólahøgtíð.

Nøkur sálmaørindi, ið Jákup Dahl týddi, renna mær í hug:

Eg gleðist so hvørt jólakvøld,
tí Jesus føddist tá.
Tá lýsti stjørnan sum ein sól,
lag sungu einglar tá.

Og lítla barn í Betlehem,
tað var ein kongur bold,
sum kom av høgu himnaborg
á hesa neyðar fold.

Nú er jólatræið tendrað, nú eru jólini av sonnum byrjað.

Gleðilig jól øll somul.