BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Røktarheim

26.05.2006

Almenna- og Heilsumálaráðið hevur boðað Vestmanna Kommunu frá, at ráðið vil stuðla ætlanini hjá kommununi at byggja røktarheim í bygdini. Stuðulin er 12 mill. til byggingina av heiminum. Tað verða 24 pláss tøk á heiminum, sum eftir ætlan skal byggjast á Follendi.

Vestmanna Kommuna hevur gjørt avtalu við Kvívíkar Kommunu um felags bygging, soleiðis at Kvívíkar Kommuna fær rættin at brúka ein triðing av plássunum á heiminum.

Í ætlanini er eisini eitt dagtilhald knýtt, sum kommunurnar tó ikki gjalda fyri sjálvar, men ein áhugabólkur sum hevur hetta ynski.

Ætlanin er at røktarheimið skal verða klárt at taka í nýstlu um ársskiftið 2008/09.