BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Røktarheimið

Vestmanna Kommuna fekk í dag skriv frá Almannamálaráðnum, har boðað verður frá, at vit fáa tilsøgn um 16.800.000 kr í studningsláni til røktarheimsbygging.  3 aðrar kommunur fingu eisini tilsøgn um studningslán, tær eru Tórshavnar, Klaksvíkar og Vágs kommunur.

Tilsøgnin er ein neyðug fortreyt fyri at fara undir røktarheimið, men enn eru ikki allar súðir syftar. Fíggjarmálaráðið viðger í løtuni umbøn frá okkum um at góðtaka, at skuldin hjá Vestmanna kommunu fer upp um eina álíkning í eitt styttri tíðarskeið. Somuleiðis viðgera fíggingarstovnar fyrispurning um lántøku í sambandi við røktarheimsbyggingina.
Vit vænta, at bæði Fíggjarmálaráðið og fíggingarstovnarnir svara í komandi viku. Vit vóna sjálvsagt at fáa játtandi svar, og at vit kunnu fara undir røktarheimsbyggingina í ár.