BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Røktarheimið

Vestmanna og Kvívíkar kommunur søktu í januar 2006 um stuðul til at byggja røktarheim í Vestmanna. Nógvar forðingar hava verið á leiðini – fornminni, nýggj staðseting, Kvívíkar kommuna tók seg úr samstarvinum, longd fyrireikingartíð, hækkað kostnaðarmeting, broytt lóggáva, versnandi fíggjarlig útlit; men nú tykist røktarheimið at vera komið undir land.
Umstøðurnar omanfyri gjørdu, at Vestmanna kommuna ikki kundi fara undir røktarheimið, uttan at kommunuskuldin fór upp um eina álíkning. Sambært kommunustýrislógini kann ein kommunu ikki læna upp um álíkningina uttan við loyvi frá Fíggjarmálaráðnum.
Vestmanna kommuna og Fíggjarmálaráðið hava í eina tíð samráðst um treytirnar fyri hesum loyvi. Hóast bygdarráðið ivaðist í, um onkrar av treytunum vóru neyðugar, samtykti bygdarráðið á fundi mikukvøldi 18.11.’09 at góðtaka tær. Orsøkin var, at Almannamálaráðið kravdi, at vit í seinasta lagi hósdagin 19.11.’09 váttaðu, at farið verður undir at byggja røktarheimið. Um vit ikki høvdu svarað innan tíðarfreistina, so hevði røktarheimið í besta føri verið seinkað, og í ringasta føri hevði onki røktarheim verið bygt á hesum sinni.
Vit svaraðu Almannamálaráðnum fyri freistin var farin, og vit vænta okkum góðkenningina í hesi vikuni.

Fíggjarmálaráðið setti kommununi tríggjar treytir fyri at loyva okkum lántøku.
Fyrsta treytin var, at kommunuskatturin skuldi hækka við einum prosenti – úr 22% upp í 23% - og at skattaprosentið skal haldast, til kommunuskuldin (netto) er komin niður um eina álíkning.
Onnur treytin var, at vit í mesta lagi kunnu læna 22 mió. kr til røktarheimsbyggingina, umlegging av vegi og flyting av ruskplássi.
Triðja treytin var, at yvirskot á 6 mió. kr skal vera á fíggjarætlanini fyri røktarheimsútreiðslur og avdráttir, og hallið má í mesta lagi vera 5 mió. kr eftir nevndu útreiðslur.
Nevndu treytir fella burtur, tá kommunuskuldin er komin niður um álíkningina. Um onki óvæntað hendir, og inntøkurnar hjá kommununi ikki fella enn meir, so er væntandi, at kommunuskuldin kemur niður um álíkningina í 2013 – um fíggjarvánirnar batna, so koma vit kanska niðurum longu í 2012.

Kommunan fer nú saman við ráðgevum at eftirkanna verkætlanina, so at vit kunnu tryggja okkum, at røktarheimið kann byggjast eftir teimum fíggjartreytum, sum Fíggjarmálaráðið setti okkum.
Væntandi verður byggibúningin og vegarbeiðið boðið út um hálvan desembur, ætlandi byrjar hetta arbeiði í februar ella mars. Ætlanin er at bjóða byggingina út í vár, um alt gongur eftir ætlan, so verður røktarheimið liðugt í novembur 2011.