BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Rørsluvenjingar á Grønanesi

07.03.2013

Eini 60 fólk úr Vestmanna og Kvívíkar Kommunu møtast tveir dagar um vikuna til fyribyrgjandi rørsluvenjingar á Heiminum á Grønanesi. Talan er serliga um pensjónistar, men eisini onnur við rørslutarni luttaka.

Dentur verður lagdur á fyribyrgjandi-, viðlíkahalds- og styrkivenjingar, og endamálið er at økja førleikan og vælveruna hjá tí einstaka borgaranum, so borgarin so leingi sum til ber verður sjálvhjálpin bæði heima og úti.

Tað eru økisterapeutarnir í Øki 2 hjá Almannaverkinum, sum skipa fyri venjingunum.
Venjingarnar eru týsdagar og fríggjadagar kl. 16 - 17.