Rottangarnir verða tømdir

09.06.2010

Í viku 25, tvs. frá 21. juni, fer IRF at koma til Vestmanna at tøma rottangar.

Heitt verður á fólk um at skipa so fyri, at tangin er lættur at koma til, og at lokið er bert. Tað vil siga, at tað ikki er hult av mold ella øðrum tilfari. Lokið skal vera væl fest á tangan, men kortini lætt at fáa av. Tað skal vera heilt og lætt at fáa á aftur.

Niðanfyri ber til at lesa treytirnar hjá IRF fyri tøming av rottangum:

Treytir

Eigarin av rottanganum hevur ábyrgd av, at tangin er í forsvarligum standi, og ikki er til ampa fyri fólk og umhvørvið.

Treytirnar, fyri at tangin verður tømdur, eru:

  • at tangin er lættur at koma til
  • at tað er grivið væl frá rundan um lokið
  • at lokið er væl fest, men lætt at loysa
  • at lokið er trygt og heilt
  • at lokið er lætt at festa aftur, tá arbeiðið er liðugt

Tá ið tangin er tømdur, liggur ein litaður lepi við árstali undir lokinum á tanganum.

Metir manningin á rottangabilunum, at omanfyri nevndu viðurskifti ikki eru í lagi, verður tangin ikki tømdur. Eigarin fær fráboðan sendandi um, hvørji viðurskifti ikki eru í lagi. Kommunan fær avrit av fráboðanini.

Skal tangi tømast ókeypis, má eigarin boðað IRF frá, at viðurskiftini eru fingin í rættlag, innan 14 dagar eftir at hann hevur fingið fráboðanina. Tangin verður undir ongum umstøðum tømdur, fyrr enn viðurskiftini eru í forsvarligum standi.

Eigarin hevur til eina og hvørja tíð alla ábyrgd av, at fólk og fæ trygt kunnu ferðast tvørtur um rottangan, eisini eftir at hann er tømdur.

Er neyðugt at tøma tangan í úrtíð, skal boðast frá á tlf. 41 42 43, og gera avtalu um tøming. Gjald verður kravt fyri tøming av rottanga í úrtíð.Heitt verður á fólk um at skipa so fyri, at tangin er lættur at koma til. At lokið er bert. Tað vil siga, at tað ikki er hult av mold ella øðrum tilfari. Lokið skal vera væl fest á tangan, men kortini lætt at fáa av. Tað skal vera heilt og lætt at fáa á aftur.