BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 28.06.2017

Rudding

30.11.2012

Rudding

Tey, sum hava akfør uttan nummarspjøldur og annars lutir av ymsum slag á almennum øki (almennum veg, kommunalum øki ella havnaøki), verða biðin um at beina akfør og lutir sínar burtur skjótast gjørligt og í seinasta lagi 15. desember 2012.

Verða hesi boð ikki fylgd innan omanfyri nevndu tíðarfreist, verða akfør og lutir beind burtur fyri eigarans rokning.

Heimildir:

·         Náttúrufriðingarlógin, løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing við broytingum

·         Kunngerð nr. 53 frá 3. mai 1994 um umhvørvis-reglur við broytingum

·         Løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu við broytingum

Akfør og lutir verða í fyrsta umfari tikin í varðveitslu í 14 dagar, og eigararnir kunnu fáa fatur á hesum ímóti einum ávísum gjaldi. Hevur eigari ikki verið eftir akfari ella luti sínum, verða hesi beind burtur.

Havnarnevndin