Rudding

04.01.2013

Arbeiðsmenninir hjá kommununi byrjaðu nýggja árið við at rudda upp eftir nýggjárshaldið. Teir hava verið runt bygdina og á vestmannavegnum og m.a. tikið blikk upp - tó, enn eru teir ikki lidnir. Hetta er vanliga mannagongdin hesa tíðina. Um blikk ella annað framvegis liggur og sløðist, verður heitt á fólk, sum síggja hetta, um at taka tað upp ella at boða frá hesum hjá kommununi.
Sum eina roynd hevur kommunan eina skipan á bingjuplássinum til innsavning av blikkum til nýggjárshaldið. Blikkini skulu verða latin inn fyri seg, og tey skulu vera tóm og rein.