Ruddingardagur 14. juni 2014

10.06.2014


Vestmanna Kommuna bjóðar øllum vestmenningum at koma og rudda bygdina leygardagin 14. juni 2012. Í ár er ætlanin, at øll rudda í egnum býlingi, og vóna vit, at tikið verður væl undir við átakinum.

Møtt verður uttanfyri Miðhøllina kl 9.30 til morgunmat. Og har verða øll býtt upp í bólkar.

Kl. 10 verður farið at rudda, og ruddað verður til kl. 13, tá ið frukt og okkurt drekkandi verður at fáa uttan fyri Miðhøllina.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir møta fjølmentir til ruddingardagin, so bygdin kann gerast enn vakrari, nú summargestirnir eru byrjaðir at koma til bygdina.

Í síðstu viku vóru børn og starvsfólk í Gjáarlon og í Látipípuni og ruddaðu fram við vegnum út á Berg og inn í Fjall. Næmingar og lærarar í Vestmanna Skúla ruddaðu fram við fjørðuni, av Grønanesi og inn á Fjørð.