BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Ruddingardagur 19. juni 2010

18.06.2010

28. juni vitja kongshjúnini Vestmanna, og 3. juli verður Fjarðastevna. Í tí sambandi skipar Vestmanna Kommuna fyri ruddingardegi leygardagin 19. juni.

Ætlanin er at rudda fram við vegunum í allari bygdini, frá Stígnum, inn á Fjørð og inn á Leitið, frá keiøkinum og niðan í Miðalsbrekku.

Børnini í Gjáarlon og í Látipípuni fara ein av komandi døgunum at rudda uppi í Vestri og inn eftir Gamla vegi.

Ruddingardagurin byrjar við morgunmati uttanfyri Miðhøllina kl 9.30, har ið øll tey uppmøttu verða býtt upp í bólkar.

Kl. 10 verður farið at rudda, og ruddað verður til kl. 13, tá ið frukt og okkurt drekkandi verður at fáa á Reyða Torgi.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir møta fjølmentir til ruddingardag, so bygdin kann gerast enn vakrari, nú summargestirnir fara at koma til bygdina.