BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 20.06.2017

Ruddingardagur 17. juni 2017

12.06.2017


Vestmanna Kommuna bjóðar øllum vestmenningum at koma og rudda bygdina leygardagin 17. juni 2017. Í ár er ætlanin at øll rudda í egnum býlingi, og vóna vit, at tikið verður væl undir við átakinum.

Møtt verður á Torginum kl 9.30 til morgunmat. Og har verða øll býtt upp í bólkar.

Kl. 10 verður farið at rudda, og ruddað verður til kl. 13. Tá møtast øll aftur á Torginum, har ið frukt og okkurt drekkandi verður at fáa.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir møta fjølmentir til ruddingardagin, so bygdin kann gerast enn vakrari, nú summargestirnir eru byrjaðir at koma til bygdina.