BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 20.06.2017

Ruddingardagur 2011

Vestmanna Kommuna bjóðar øllum vestmenningum at koma og rudda bygdina leygardagin 18. juni.

Ætlanin er at rudda fram við vegunum í allari bygdini, frá Stígnum, inn á Fjørð og inn á Leitið, frá keiøkinum og niðan í Miðalsbrekku.

 

Børnini í Gjáarlon og í Látipípuni luttaka eisini við at rudda inn eftir Gamla vegi og uppi í Vestri.

Ruddingardagurin byrjar við morgunmati uttanfyri Miðhøllina kl 9.30, har ið øll tey uppmøttu verða býtt upp í bólkar.

Kl. 10 verður farið at rudda, og ruddað verður til kl. 13, tá ið frukt og okkurt drekkandi verður at fáa á Reyða Torgi.

Afturmeldingarnar frá ruddingardegnum í fjør eru, at nógv fekst burturúr og at dagurin harumframt var sera hugnaligur. Nógv teirra ætla sær við aftur komandi leygardag.
Koma tit eisini??

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir møta fjølmentir til ruddingardag, so bygdin kann gerast enn vakrari, nú summargestirnir er byrjaðir at koma til bygdina.

Vinarliga

Vestmanna Kommuna