BYGDARRÁÐSFUNDIR
LÝSINGAR
-
KORT
VEÐRIÐ
Ruddingardagur 2012
12.06.2012
Vestmanna Kommuna bjóðar øllum vestmenningum at koma og rudda bygdina leygardagin 16. juni 2012.
Møtt verður uttanfyri Miðhøllina kl 9.30, har vit fáa morgunmat og verða býtt upp í bólkar.
Kl. 10 verður farið at rudda, og ruddað verður til kl. 13, tá ið frukt og okkurt drekkandi verður at fáa á Reyða Torgi.
Ætlanin er at rudda fram við Niðara Vegi, út eftir Bakkavegi, fram við fjøruni, niðan ígjøgnum Gjógvará og Hórðará. Jú fleiri fólk, ið møta upp, jú meira fáa vit ruddað.
Børn og starvsfólk í Gjáarlon og í Látipípuni vóru og ruddaðu fyrr í vikuni, ávikavist uppi í Vestri og fram við vegnum inn í Fjall.
Og í síðstu viku skipaði Vestmanna Skúla somuleiðis fyri ruddingardegi.
Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir møta fjølmentir til ruddingardagin, so bygdin kann gerast enn vakrari, nú summargestirnir eru byrjaðir at koma til bygdina.
Vinarliga
Vestmanna Kommuna
KOMMUNUSKRIVSTOVAN
Vestmanna kommuna
Bakkavegur 8
Postboks 91
FO-355 Vestmanna
Tel. +298 770 100
Fax +298 770 101
vestmanna(a)vestmanna.fo
Kommunuskrivstovan er opin:
mánadag-fríggjadag
kl. 9.00 - 15.00
Kontunummur
Eik Banki: 9181-123.097.4
Bank Nordik: 6460-110.628.9
Suðuroyar Sparikassi: 9870-997.298.7
Barnaansing: 6460-156.028.1
Staðið FM 101
Sunnukvøld frá kl. 21
Hóskvøld frá kl. 21 (endursendingar)