BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 26.09.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Bingjuplássið

Bingjuplássið er opið hesar tíðir:

mánadag til fríggjadag frá kl. 16.00 til 18.00.
leygardag frá kl. 14.00 til 17.00.

Bingjuplássið hevur tlf. nr. 770 127

Bingjuplássið er ætlað til húsarhaldsburturkast, sum ikki fæst í ruskposan.

Á bingjuplássinum eru bingjur ella móttøkuskipanir til hesar bólkar:

  • burturkast at brenna
  • papp
  • jarn og metal
  • el-lutir
  • serliga dálkandi burturkast
  • køliútbúnaður
  • stórviður
  • blikk

Flokkingin í bólkar er nærri lýst á heimasíðuni hjá IRF: www.irf.fo.

Um gjaldast skal fyri burturbeining á bingjuplássinum, skal hetta gerast á kommunuskrivstovuni, ella við at rokning verður send viðkomandi.

Vestmanna Kommuna hevur í fleiri ár selt flis/spønir á bingjuplássinum. Nú verða spønirnar býttar upp soleiðis:
1. Spønir av klønum greinum, grannálum, bløðum - góðar at blanda uppí mold og at koyra undir trø o.a., Hesar spønir verða seldar fyri 20,- kr sekkurin.
2. Spønir av tjykkri greinum - góðar at leggja á gøtur o.l.. Hesar spønir verða seldar fyri 30,- kr sekkurin.
Gjaldast skal á kommunuskrivstovuni frammanundan keypi, og kvittan skal vísast á bingjuplássinum.

Tíðindi frá IRF í samband við skurðfjøllini: http://vestmanna.fo/myfiles/files/Skurðfjøllini%20standa%20fyri%20durum.pdf