OGNIR til sølu/leigu

Ognir í Vestmanna til sølu


BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 26.05.2020

LÝSINGAR

-

Russisk skip umskipa á Vestmanna

27.04.2020







Flestum kunnugt liggja tvey skip við bryggju í Vestmanna í dag. Tey vera væntandi liggjandi í einar fimm dagar. Talan er um russiska skipið Arctica, sum er á Vestmanna við fiski til farmaskipið Samskip Glacier.

Talan er um eina roynd við umskiping. Vestmanna Bygdarráð hevur ikki samtykt at fara undir hetta virksemi. Men áðrenn man avvísir virksemi av hesum slag, verður tað kannað, um tað yvirhøvur ber til og um vit ynskja hetta slagi av virksemi á havnarlagnum.

Keiøkið, har skipini liggja, er avbyrgt, soleiðis at einans fólk við serligum loyvi sleppa umborð á skipini. Somuleiðis sleppur manningin ikki í land orsakað av støðuni við Korona uttan heilt serligt loyvi.